GRANSKING
Fiskirannsóknarstovan hevur hitamátarar liggjandi við Oyrargjógv og Skopun, ið støðugt máta hitan í sjónum, og kanningar haðani vísa, at hitin er áleið tann sami í báðum støðum.
Í kunningarskrivi frá Fiskirannsóknarstovuni verður greitt frá, at orsøkin til hetta er, at sjógvurin innast á landgrunninum - tvs. sjógvurin innan fyri umleið 100 metra dýpi, men tó ikki við sjógv inni á firðum o.l.- verður væl blandaður av sjóvarfalli.
Hitamátararnir, sum eru settir út við Oyrargjógv og Skopun, eru sjálvvirkandi. Teir máta hitan við jøvnum millumbili, og goyma síðan mátingarnar í minninum. Okkurt um tvær ferðir um árið verða mátararnir skiftir, og mátingarnar lisnar inn á teldu á Fiskirannsóknarstovuni. Við Oyrargjógv eru mátingarnar tryggjaðar á tann hátt, at har altíð eru 2 3 mátarar, um so skuldi borist á, at ein teirra gongur fyri. Í Skopun er í løtuni bara ein mátari.
Sambært kanningunum vísa tølini, at hitin við Skopun broytist javnari ella meiri líðandi enn hitin við Oyrargjógv. Hetta bendir á, at sjógvurin í Skopunarfirði er betur blandaður enn í Vestmannasundi. Tó kann munurin eisini stava frá, at mátarin við Oyrargjógv er á umleið fýra metra dýpi og liggur nærri landi, enn mátarin við Skopun, ið mátar hitan í sjógvi frá 18 metra dýpi.
Tøl frá Fiskirannsóknarstovuni, ið vísa miðalhitan í sjónum við Oyrargjógv frá 1. januar í fjør, verða eisini samanborin við miðalhitan í sjónum við Mykineshólm hvønn mánaða frá 1914 til 1969. Hesi tøl vísa, at hitin við Oyrargjógv í 2005 var eitt lítið vet hægri, enn hitin við Mykineshólm fyrra helming av 20. øld.