Fiskiskapurin hjá føroyskum skipum eftir botnfiski í ár er framvegis vánaligur, og í fyrsta ársfjórðingi í ár hevur hann verið heldur verri enn hann var í fyrsta ársfjórðingi í fjør.
Og samanborið við góð fiskiár, er fiskiskapurin yvirhøvur smáar, staðfestir Hagstovan. Í hesum sambandi vísa tey á, at í fyrsta ársfjórðingi í ár hava føroysk skip fingið 3700 tons av toski, tað eru 1400 tons, ella 27 prosent minni minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Tað eru trolarnir, sum hava fingið minni av toski í ár, sigur Hagstovan
Annars hava føroysk skip fingið 1380 tons av hýsu og 6.400 tons av upsa higartil í ár, og tað er áleið tað sama sum í fjør
Annars heldur Hagstovan, at tekin eru um, at yvirhøvur roynist prísurin fyri botnfiskin eitt sindur verri í ár enn í fjør, serliga er hetta galdandi fyri upsa, sum er 28 prosent verri enn í fjør
Hagstovan sigur, at tað skal eisini havast skal í huga, at fiskiskapurin á Flemish Cap og undan Íslandi er við í avreiðingunum.