Fiskiskapurin einki at reypa av

Tað er framvegis nógv minni at fáa, enn tað var tey góðu árini

Hesi seinastu árini er fiskiskapurin undir Føroyum støðugt minkaður, og somuleiðis er avreiðingarvirðið støðugt minkað. Hetta er tá ið uppsjóvarfiskuri ikki er taldur við.

 

Tað vísir ein uppgerð, Hagstovan hevur gjørt.

 

Árini 2003 til 2007 vóru góð fiskiár og tá vórðu góð 130.000 tons fiskað undir Føroyum í miðal um átið. 

 

Men síðani er fiskiskapurin støðugt versnaður og hesi seinastu árini, hava føroysk skip fiskað um 100.000 tons í miðal.

 

Men í 2014 versnaði fiskiskapurin heilt niður í 70.000 tons og í fjør var fiskiskapurin áleið tann sami, kanska eitt lítið vet frægari.

 

Gongdin í avreiðingarvirðinum fylgir ikki altíð gongdini í veiðunøgdunum neyvt. Men avreiðingarvirðið er eisini fallið seinastu árini. Avreitt varð fyri um 1,2 milliardir í miðal árini frá 2000 -2007.

 

Seinastu fimm árini hevur miðal avreiðingarvirðið verið 750 millliónir. Men í fjør varð tað góðar 800 milliónir, sum er ein fimting ella góðar 126 milliónir betri enn í 2014, soleiðis kann staðfestast, at fiskaprísirnir yvirhøvur royndist nakað frægari í 2015, afturímóti í 2014.