- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin er á einari leið.
Tað vistu tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í gjár.
- Tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa, og ein fiskar blálongu. Allir eru nýliga byrjaðir túr og koma tí helst inn at landa síðst í næstu viku ella fyrst í aðru. Frystitrolararnir fiska tosk og blálongu.
Í gjár vóru fimm trolbátar norðan fyri. Teir fiska tosk, hýsu og flatfisk. Væntandi koma hesir inn at landa fyrst í næstu viku. Ein trolbátur fer út um vikuskiftið og kemur helst inn aftur at landa seinni í næstu viku.
- Trý skip eru á garnaveiði. Ein landar helst fyrst í næstu viku - og hinir báðir væntandi seinni í vikuni, verður lagt aftrat.