Fiskiskapurin á Flemish Cap endar í kvøld

Kvotan er uppfiskað, og tey seks frystilínuskipini á Flemish Cap hava fingið boð frá Vørn um, at fiskiskapur skal steðga, og allur reiðskapurin skal verða úr sjónum klokkan 22 í kvøld

Tá verður nevniliga mett, at kvotan er uppi. Kvotan í ár var 1.907 tons av toski. Tilsamans vóru fiskað góð 1.796 tons í morgun. Eftir eru tí góð 110 tons.

Av teimum seks skipunum, hevur Klakkur fiskað nógv mest, góð 430 tons. Klakkur er einasta frystilínuskipið, ið hevur dragihol. 

Eivind hevur fiskað 265,4 tons, Jákup B 279,5 tons, Jógvan I 277,8 tons, og hann er liðugur at fiska, Stapin er eisini liðugur, hann hevur 280 tons, og Kambur hevur 263,7 tons.

Skipini hava fiskað í slakar tvær vikur.

Í fjør var kvotan á Flemish Cap 3.911 tons.