Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
- Men, fiskiskapurin hjá partrolarunum er ikki góður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Av djúpvatnstrolarunum er ein til fiskiskap. Teir eru eystanfyri.
Nú veðurlíkindini eru so vánalig, liggja allir teir smáu trolbátarnir. Helst fer onkur út fyrst í komandi viku.
Eitt garnaskip fiskar svartkalva, og eitt fiskar havtasku.
- Skipini hava brúkiligan fiskiskap og koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.