Fiskivarði toppprís í Skotlandi

Seinasta mánadag seldi Fiskivarði 10 dagar gamla hýsu í Skotlandi fyri toppprís, samstundis sum føroyskir útróðrarbátar fáa spottprís fyri daggamla hýsu í Føroyum

Fiskivinna

 

Í longri tíð hava føroyskir útróðrarmenn fingið lítið burtur úr søluni av sínari fiskiveiði. Fiskiskapurin hevur sum heild verið slakur, men tað, sum útróðrarmenn halda hevur verið ein uppaftur størri trupulleiki, er prísurin, sum teir hava fingið fyri eitt nú hýsuna. Nú útróðrarmenn eisini bóru við hvíting og hava gjørt onkrar hampiligar dagar, hava teir heldur ikki verið nøgdir við prísirnar, teir hava fingið fyri hetta fiskaslag.

Samstundis, sum útróðrarmenn eru ónøgdir við fiskaprísirnar í Føroyum, selur føroyskur útróðrarbátur fyri toppprís í Skotlandi.

 

Stórur prísmunur

Sosialurin veit um eina sølu hjá útróðrarbátinum Fiskivarða, sum seldi í Skotlandi seinasta mánadag – ella fyri einari viku síðan.

Um somu tíð, sum føroyskir útróðrarmenn gremja seg almikið um spottprísir, sum teir málbera seg, seldi Fiskivarði hýsu fyri 18,40-19,90 krónur fyri kilo í Skotlandi.

Sosialurin hevur fregnast og hevur fingið at vita, at elsta hýsan hjá Fiskivarða var 10 dagar gomul, men hetta hevði ikki við sær, at skotar aftraðu seg við at keypa.

Vit hava fingið at vita, at prísmunuri á elstu og nýggjastu hýsuni hjá bátinum var bert 1,50 krónur fyri kilo.

Hetta er fiskur, sum soleiðis er seldur fyri toppprís í Skotlandi, samstundis sum føroyskir útróðrarmenn fáa lítið fyri sína veiði.

Tá Sosialurin læt útróðrarmenn vita um hesa sølu, var viðmerkingin hon, at onkur man tjena uppá bíligu hýsuna, sum fiskakeyparar keypa í Føroyum.

- Onkur tjenar pening upp á, at vit eru noyddir at landa okkara veiði í Føroyum, sigur útróðrarmaður, sum Sosialurin hevur tosað við.

 

Av landinum

Avleiðingin er, at tey skip og teir bátar, sum hava møguleikan at selja uttanlands, sigla av landinum við veiðini, tí teir snøgt sagt ikki hava ráð at leggja veiðina upp í Føroyum.