Fiskiveiðan undir Føroyum á einum vegamóti

Landsstýrismaðurin hevur við tilmæli um stóran niðurskurð í fiskidøgum boða frá nýggjum tíðum í føroyskari fiskivinnu. Orðaskiftið á tingi bendir tó á, at løgtingslimir ikki síggja álvaran í støðuni og heldur ikki hesaferð vilja fremja neyðuga tillaging í veiðuflotanum

Veiðisetningurin

Tað verður ført fram, at vit í meðal skulu taka ein triðing í tali úr hvørjum fiskastovni hvørt ár. Hetta er tikið úr leysari luft og er ov høgt. Í dag taka vit meira enn annanhvønn tosk av landgrunninum hvørt ár. Lívfrøðiliga burðardygg veiða er helst minni enn triðihvør fiskur. Fyri at fáa størsta peningaliga avlop er helst rættast at taka umleið fjóðrahvønn tosk úr havinum hvørt ár. Veiðisetningurin eigur tí at verða endurskoðaður við atliti til landsbúskap. Tað er at fegnast um, at ætlanin er at seta á stovn gransking innan fiskivinnubúskap.

 

Veiðitrýst og dagaskipan

Í nógv ár hava vísindaligar útrokningar víst, at veiðitrýstið er alt ov høgt. Í ár er tilmælið, at fiskidagar hjá fiskiførum, sum veiða tosk, skal minkast 50% og aðrir partar av flotanum skulu skerjast 20%. Lítið verður lurtað eftir hesum tilmælum og sum undanførsla verður ført fram, at føroyska fiskidagaskipanin er sjálvregulerandi. Hetta er ein illusjón. Veiðitrýstið, sum helst var ov høgt frá byrjan, er økt alla tíðina, bæði orsakað av hvussu skipanin hevur verið umsitin og av at fiskifør er blivin meira effektiv við tíðini.

Toskur er nógv dýrari enn hýsa og upsi, og tí er royndin eftir toski vorðin alt ov stór.

Hetta er ein beinleiðis veikleiki við okkara fiskidagaskipan, sum okkurt má gerast við. Eitt hugskot er, at leggja avgjald á hvønn tosk sum verður veiddur, helst meira á tann smærra fiskin og minni á tann størra. Hetta hevði eisini viðført, at nakað av ‘resource-rentuni’ kom til høldar, so sum fleiri halda verða rætt.

 

Fiskiorkunevndin

Í fleiri ár varð sagt, at vit vita ikki hvussu veiðievnini hjá skipum eru broytt og tí er torført at meta um hvussu tal av fiskidøgum skal ásetast. Hetta haldi eg var meira undanførsla enn nakað annað, tí vísindaliga ráðgevingin gav týðuligar ábendingar um støðuna og hvat neyðugt var at gera. Í vár varð so sett ein nevnd at kanna broytingar í veiðievnum hjá fiskiflotanum. Tíverri bleiv hetta arbeiði sera trupult, tí í fleiri førum væntaðu hagtøl. Nakrar ábendingar eru tó týðuligar. Trolarar hava økt um veiðiorkuna við longri tóvum og harvið fleiri tóvtímum hvønn fiskidag. Tá nýggj skip eru komin inn fyri gomul eru veiðievnini ofta meira enn tvífalda. Línuskip, sum í 1980unum settu í meðal 27.000 húkar hvønn dag seta nú 35.000 húkar hvønn fiskidag. Hesi skip eru hækkaði í tali úr 18 upp í 26. Eisini eru fleiri smábátar nú útgjørdir við egningarmaskinu og seta húkatal svarandi til 70 stampar hvønn fiskidag. Her er ein øgilig øking í húkatali farin fram, sum fyri tað mesta verður sett innarlaga har mest ungfiskur er. Tíverri ber ikki til at seta tal á hesa øking í húkum, tí hesi hagtøl eru ikki til. Hetta er burturvið og eigur at fáast í rættlag.

 

Stongd øki

Stórir partar av landgrunninum, eru stongdir fyri trolveiðu, men ikki fyri húkaveiðu. Tað alt ov stóra veiðitrýstið á toskin, sum er størsta vandamálið í løtuni, stavar sostatt serliga frá húkaveiðuni. Tí er ivasamt, um húkaveiðan hevur uppiborið hendan framíhjárætt, hóast hon í mangar mátar er meira tiltalandi enn trolveiða. Annars haldi eg ikki ov nógv skal gerast við at stongja øki fyri at minka um veiðuna, tí tað forðar fyri at fiskurin verður tikin so bíliga sum gjørligt. Tað er tó í lagi at stongja øki fyri at verja ungfisk og viðkvæmt umhvørvi.

 

Stórur fiskur inni við land

Hugskot hava verið frammi um at steðga fiskiveiðu inni við land fyri at minka um veiðitrýstið, serliga á ungfisk. Nýggj gransking bendir á, at nógvur stórur toskur inni við land minkar um møguleikan fyri at fáa góða tilgongd av nýggjum árgangi. Tí seti eg spurnartekin við um rætt er at seta eina minstu frástøðu úr landi fyri fiskiveiðu. Í dag fiska smábátar við húki nógvan smáfisk innarlaga og hetta er sera óheppið bæði lívfrøðiliga og peningaliga. Aðrir hættir eiga tí at verða brúktir, so at stórur toskur inni við land kann fiskast, uttan at ov nógv av smáum verður tikið.

 

Burðardygg veiða

Fiskiveiðan undir Føroyum er ikki burðardygg í løtuni. Hetta tykist ikki at verða gingið upp fyri okkara løgtingslimum enn. Men fleiri av okkara stóru kundum úti í heimi síggja støðuna og okkara útflytarar eru taparar í kappingini á marknaðinum orsakað av, at vit ikki hava burðardygga fiskiveiðu. Fyri at tryggja okkara framtíðar fiskivinnu og atgongd til fiskamarknaðir mugu tiltøk setast í verk. Mín áheitan á løgtingslimir er: Fái í lag breiða politiska semju um at skerja royndina eftir toski 15% hvørt ár tey næstu fýra árini. So veit vinnan hvat hon hevur at halda seg til, hevur møguleika at tillaga seg og verður nógv betur fyri um nøkur ár.