Fiskiveiðuavtala millum Føroyar og Ísland er gjørd

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, og íslendski starvsbróðir hansara, Jón Bjarnason, eru í dag komnir ásamt um sínámillum fiskiveiðirættindini fyri 2011. Avtalan verður á sama støði sum í 2010. Føroyska botnfiskakvotan undir Íslandi verður

framhaldandi 5.600 tons tilsamans. Toskakvotan verður 1.200 tons, sum er tað sama sum undanfarin ár, og kvotan av kalva verður framhaldandi 40 tons. Kalvin í íslendskum sjógvi er illa fyri, og Ísland gjørdi vart við, at beinleiðis veiða eftir kalva møguliga verður bannað. Føroyar fáa í góðari tíð undan boð um hesi viðurskifti, so høvi verður at umrøða málið.

Føroyar hava í fleiri ár gjørt vart við sína misnøgd við, at Ísland setir treytir fyri, hvussu føroysk skip gagnnýta sína kvotu ? antin til framleiðslu til matna umborð ella til framleiðslu til matna aðrastaðni enn í Íslandi. Eftir føroyskum tykki er hetta eisini í stríð við Hoyvíkssáttmálan og

semjur gjørdar í tí sambandi. Ísland varð kortini heldur ikki hesuferð sinnað at ganga føroyska sjónarmiðinum á møti. Føroyar boðaðu tí á fundinum frá, at málið fer aftur at verða tikið upp á fundi millum uttanríkisráðini í Føroyum og Íslandi, tá viðurskifti viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum

verða viðgjørd.

Íslendska makrelkvotan í føroyskum sjógvi í 2011 verður framhaldandi 1.300 tons, og kvotan av aðrari sild enn norðhavssild verður eisini óbroytt 2.000 tons.

Semja var um, at halda fram við skipanunum um, at skipini fáa atgongd at fiska ávikavist

norðhavssild og svartkjaft hvør hjá øðrum. Íslendsk skip kunnu fiska sínar kvotur í føroyskum sjógvi og føroysk skip sínar kvotur í íslendskum sjógvi.