Fiskiveiðusamráðingar millum Føroyar og ES vóru í Brússel týsdagin og mikudagin. Nýggj fiskiveiðuavtalu er gjørd fyri næsta ár, sum er á nakað sama støði sum avtalan fyri 2007 Føroyar fáa í avtaluni við ES kvotur av millum øðrum svartkjafti, makreli, brislingi og rossamakreli í ES sjógvi og rækjukvotu í Eysturgrønlandi.
Stovnarnir av ídnaðarfiski í Norðsjónum ? hvítingsbróðir og nebbasild ? eru framvegis illa fyri. Tí hava møguleikarnir hjá føroyskum skipum seinastu árini verið avmarkaðir at fiska hesi fiskasløgini í ES sjógvi. Føroysk skip varðveita møguleikan at fiska gott 1.800 tons av sild burtur av kvotuni av brislingi.
Strandarlondini hava fyrr í heyst avtalað at lækka svartkjaftakvotuna munandi. Møguleikarnar at fiska makrel í Norðsjónum verða munandi betri.
Fiskimøgleikarnir hjá føroyskum skipum í grønlendskum sjógvi eftir rækjum og botnfiski verða óbroyttir í 2008.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur seg vera væl nøgdan við avtaluna.
- Niðurskurðurin í svartkjaftakvotuni, sum strandarlondini hava avtalað fyrr í heyst, hevur ávirkað fiskiveiðusamráðingarnar fyri komandi ár. Hóast broyttu fortreytirnar hevur tað eydnast at gera eina avtalu við ES, har vit varðveita góðar veiðumøguleikar eftir svartkjafti og hava víðkað um møguleikarnar at gagnnýta makrelkvotuna á skynsamasta hátt. Samstundis varðveita vit somu møguleikar at fiska nebbasild og annan flotfisk í Norðsjónum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.
Týdningarmestu kvoturnar, sum ES skip kunnu fiska í føroyskum sjógvi, eru svartkjaftur, makrelur, upsi og ein blandað kvota av ymiskum djúpvatnsfiskasløgum.