Fiskiveiðuavtala við Noreg

   

Í døgunum 2. og 3. des. 1998 vóru í Tórshavn samráðingar um fiskiveiðuavtalu millum Føroyar og Noreg fyri 1999. Partarnir undirskrivaðu avtalu í Tinganesi 3. des.

Fyri Føroyar hava serliga toskafiskiskapurin í Barentshavinum og makrelfiskiskapurin stóran týdning. Umframt at hava Føroyar í samráðingunum lagt stóran dent á rættindini við Svalbard. Hóast munandi veiðumøguleikar eftir ídnaðarfiski í Norðsjónum hava føroysk skip seinastu árini ikki fullnýtt tær loyvdu kvoturnar.

Fyri Noreg hevur fiskiskapur á djúpum vatni eftir serliga brosmu og longu umframt svartkjaftafiskiskapur stóran týdning í samvinnuni við Føroyar.

Grundað á fiskifrøðilig viðurskifti hava Noreg og Russland gjørt av at minka munandi um toskafiskiskapin í Barentshavinum í 1999. Kvotan, sum tey hava avtalað at lata til onnur lond, er sett niður í 59.000 tons úr 80.000 tonsum. Eisini hýsukvotan í Barentshavinum minkar nógv í 1999.

Hesar umstøðurnar ávirkaðu samráðingarnar millum Føroyar og Noreg nógv. Noreg var bundið av teimum avmarkingum, sum tað hevur avtalað saman við Russlandi, og kravdi tí munandi niðurskurð í føroysku toska- og hýsuveiðuni í Barentshavinum í 1999.

Føroyar vístu á, at føroysk skip í søguligum høpi hava tradisjón fyri at fiska í Barentshavinum og mettu ikki, at minkingin átti at vera so ógvuslig. Umframt setti føroyska sendinevndin ynski fram um møguleikar fyri at flyta kvoturættindi úr russiskum sjógvi í norskan sjógv.

Partarnir komu ásamt um minni lækking enn hana, sum norska sendinevndin kravdi og sum er minni enn tann lutfalsliga minkingin í triðjalandskvotuni.

Noreg og ES eru komin ásamt um at økja munandi um upsakvotuna í Norðsjónum í 1999. Føroysk skip kundu í 1998 fiska 1.600 tons av upsa í Norðsjónum. Føroyska sendinevndin setti ynski fram um hækking og var hetta lutfalsliga gingið á møti. Eisini ynski føroyinga um størri sildakvotu í norska partinum av Norðsjónum varð gingið lutfalsliga á møti.

Tann norska botnfiskakvotan við Føroyar minkar í 1999 niður í 5.000 tons. Svartkjaftakvotan hjá norðmonnum í føroyskum sjógvi í 1999 hækkar við 3.000 tonsum. Samstundis hækkar føroyska svartkjaftakvotan í norskum sjógvi í sama mun.

Spurningurin um føroyska rækjuveiðu við Svalbard varð umrøddur. Føroyar mótmæltu norsku avgerðini um regulering av hesum fiskiskapi sambært norskari kunngerð, sum ásetir avmarkingar fyri føroyskum rækjufiskiskapi við Svalbard. Føroyar vístu til mótmælini frá føroyskum myndugleikum og frá donskum myndugleikum vegna Føroyar og Grønland.

Makrelfiskiskapurin og umsitingin av makrelinum hevur verið nógv frammi seinastu tvey árini ? bæði í NEAFC og millum einstøk lond. Partarnir vístu á týdningin av at fáa makrelveiðuna í altjóða sjógvi reguleraða í samstarvið millum teir týðandi partarnar. Eisini varð víst til, at fundur verður millum strandalondini í Tórshavn fyrst í 1999, har makrelspurningurin verður viðgjørdur millum tey trý strandalondini Føroyar, Noreg og ES.


Føroysk veiða

í norskum sjógvi19981999


Norðan fyri 62 N

Toskur2.6002.000

Hýsa550350

Onnur sløg250200


Yvirflyting

Toskur1.5004.000

Hýsa250600

Onnur sløg100250


Makrelur3.9503.950

Svartkjaftur1.0004.000


Sunnan fyri 62 N

Ídnaðarfiskur29.00029.000

Upsi1.6001.800

Sild9001.200

Hemari/Hávur300300

Rossamakrelur5.0006.000


Við Jan Mayen

Svartkjaftur1.0001.000

Rækjur500200


Við Svalbard

Toskur1.355994

Onnur sløg325234


RækjurSambært dagaskipanSambært dagaskipan



Norsk veiða í føroyskum sjógvi

Botnfiskur5.1005.000

Hemari/Hávur300300

Makrelur9.6009.600

Rossamakrelur02.500

Svartkjaftur36.00039.000

Brugdulivur100100



Tinganesi 3. desember 1999