Fiskiveiðuavtalan millum Føroyar og Noreg

Tíðindaskriv frá Fiskimálaráðnum
?????

Føroyar og Noreg hava eftir tingingar í tveir dagar skrivað undir nýggja fiski-veiðuavtalu fyri 2005. Avtalan er ein víðariføring av avtaluni fyri 2004 við nøkrum broytingum, sum eru grundaðar á, hvussu einstakir fiskastovnar eru fyri.
- Avtalan ger tað møguligt hjá føroysku skipunum at halda fram við teirra fiskiskapi í norskum sjógvi á um leið sama støði sum í ár. Tá hugsað verður um tær trongu umstøðurnar, sum hava merkt hesar samráðingarnar, kann eg staðfesta, at eg eri nøgdur við samráðingarúrslitið. Við serligu viðurskiftunum hjá ídnaðartrolararunum í huga eri eg serliga nøgdur við, at tað bar til at finna eina loysn, sum ger tað møguligt hjá ídnaðartrol-ararunum framhaldandi at fiska í norskum sjógv, sigur Bjørn Kalsø, lands-stýrismaður.
- Eisini leggi eg dent á, at niðurskurðurin í føroysku toska- og hýsukvotunum í Barentshavinum sæst aftur í lægri botnfiskakvotu hjá norskum skipum í føroyskum sjógvi, og at dagatalið hjá norskum línuskipum er skorið á Føroya Banka eins og fyri føroysk línuskip, sigur landsstýrismaðurin.
Grundað á sera vánaligu støðuna í stovnunum av hvítingsbróður og nebbasild hava ES og Noreg sum strandarlond avtalað, at ongin fiskiskapur skal verða eftir hvítingsbróðir í 2005, og royndin eftir nebbasild skal skerjast niður í at kalla onki. Henda støðan setti sín dám á tingingarnar millum Føroyar og Noreg, tí júst hesir stovnarnir hava verið ein týðandi partur av grundarlagnum undir fiskiskapinum hjá ídnaðartrolararunum.
Men tað eydnaðist at finna eina loysn, so tað verður møguligt hjá ídnaðartrolararunum at halda fram við fiskiskapi í norskum sjógvi í 2005, við at føroyska svartkjaftakvotan í Norðsjónum verður økt úr 8.000 tonsum upp í 16.800 tons. Samstundis verður eisini føroyska upsakvotan í Norðsjónum hækkað úr 1.100 tonsum upp í 1.1415 tons.
Í apríl verður avgerð tikin um, hvørt fiskiskapur eftir nebbasild verður loyvdur í 2005. Verður fiskiskapur loyvdur, verða tingingar millum føroyskar og norskar myndugleikar um atgongd at fiska nebbasild ístaðin fyri ein part av svartkjaftakvotuni.
Føroyar, ES og Noreg eru í heyst sum strandarlond vorðin samd um at lækka heildarkvotuna av makreli við 23%. Makrelur er ein týðandi partur av sínámillum avtaluni millum Føroyar og Noreg. Tí setti henda avgerðin frá í heyst sín dám á broytingarnar í sínámillum fiskimøguleikarnar í 2005. Norska makrelkvotan í føroyskum sjógvi og føroyska makrelkvotan í norskum sjógvi og atgongdin hjá føroyskum skipum at fiska ein part av føroysku strandarlandakvotuni lækka við 23%.
Samanlagt kunnu føroysk skip í 2005 fiskað 8.514 tons av makreli í norskum sjógvi, og norsk skip kunnu fiska 4.321 tons í føroyskum sjógvi.
Botnfiskurin í Barentshavinum - mest toskur - er ein týðandi partur av avtaluni millum Føroyar og Noreg. Føroyar hava í 2004 eina botnfiskakvotu í norskm sjógvi upp á 3.627 tons. Henda verður í 2005 3.743 tons. Toskur og hýsa minkað við 144 tonsum, men upsakvotan verður 892 tons ímóti 632 tonsum í 2004. Minkingin í toska- og hýsukvotuni stavar frá lægri heildarkvotum, sum Noreg og Russland sum strandarlond fyrr í heyst eru vorðin samd um.
Umframt at hava kvotur frá Noreg kunnu føroysk skip fiska ein part av russisku botnfiskakvotuni í norskum sjógvi. Henda atgongdin verður í 2005 3.000 tons ímóti 3.400 tonsum í 2004.
Norska botnfiskakvotan í føroyskum sjógvi lækkar við 160 tonsum niður í 5.310 tons. Kvotan er býtt soleiðis: Longa/blálonga 2.200 tons, brosma 1.800 tons, upsi 400 tons og onnur botnfiskasløg 910 tons.
Norska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi verður óbroytt í 2005 - 36.200 tons.
Grundarlagið undir føroyska fiskiskapinum eftir toski við Svalbard var undir tingingum, sum endaðu í 1996, sett til at vera 0,2071% av heildarkvotuni av toski í norskum og russiskum sjógvi. Kvotan av øðrum botnfiskasløgum við Svalbard varð ásett at verða 24,1% av toskakvotuni. Heildarkvotan av toski í Barentshavinum í 2005 er eftir semju millum Noreg og Russland sett at verða 471.000 tons. Sam-svarandi hesum verður føroyska toskakvotan við Svalbard 975 tons og kvotan av øðrum botnfiskasløgum 235 tons.
Fiskiskapurin eftir rækjum við Svalbard hevur verið og er eitt standandi stríðsevni millum Føroyar og Noreg. Síðani í 1983 og fram til 1996 átóku Føroyar sær avmarkingar, sum Noreg og Føroyar komu ásamt um undir sínámillum tingingum, men frá mai 1997 setti Noreg uttan tingingar í verk eina skipan við fiskidøgum grundað á royndina 1990-1995. Føroyingar høvdu sum teir einastu átikið sær avmarkingar hóast onnur lond ikki vóru undir avmarkingum. Føroyingar hava ført fram, at soleiðis sum valið av tilvísingartíðarskeiði er valt, og tí at føroyingar høvdu verið undirlagdir avmarkingum, hava norðmenn diskriminerað føroyingar.
Føroyingar hava við fleiri høvi umframt undir teimum árligu tingingunum mótmælt norsku framferðini. Men Noreg hevur ikki latið við seg komið.
Grundað á hesi viðurskiftini hava Føroyar eitt skjal við í avtalutekstinum, har Føroyar leggja síni sjónarmið fram.
Hóast ikki samdir við norsku avgerðina hava Føroyar sagt seg sinnaðar at halda royndina eftir rækjum við Svalbard innan fyri tær norsku ásetingarnar um dagatal.
Umframt at viðgera og semjast um sínámillum veiðumøguleikar fyri komandi ár viðgjørdu partarnir eisini veiðuhagtøl, teknisk reguleringstiltøk, fiskiloyvisskipan og hondhevjing av lógarreglum um fiskiskap.