Fiskiveiðuroyndir eftir norðhavssild útlutaðar

Tey, ið hava fingið loyvi at royna eftir teimum 3.700 tonsunum av norðhavssild, ið vórðu útlutaðar fyrr í vikuni til vinnuligar fiskiveiðuroyndir, eru: Rock Trawls-doors í Vági, Finnur Fríði, Tavan í Leirvík, Kollafjørður Pelagic í samstarv við JFK og Pelagos í Fuglafirði saman við Høgaberg

Í kunngerðini um fiskiskap eftir norðhavssild 2019 er avsett 3.700 tons av norðhavssild til vinnuligar fiskiveiðiroyndir.

Umsóknarfreist var 3. juni, og Fiskimálaráðið fekk fimm umsóknir um part av hesi kvotu – tilsamans varð søkt um 6.300 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru allar fimm umsóknir játtaðar við tilsamans 3.700 tonsum av norðhavssild, upplýsir Fiskimálaráðið.

Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er roynt at leggja serligan dent á menningar­virðið og møguligt nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni, sigur Fiskimálaráðið.


Rock Trawl-doors

Rock Trawl-doors í Vági fekk tillutað 500 tons av norðhavssild at menna trollemmar, sum kunnu samskifta tráðleyst við skipið, soleiðis at til ber at fjarstýra dýpið á trollemmunum hvør sær (eitt nú tá ið snarað verður).

Finnur Fríði
Finnur Fríði fær tillutað 500 tons av norðhavssild at menna tveyvegis samskift millum skip og trolútgerð, soleiðis at til ber at fjarstýra dýpið á trollemmunum hvør sær, eitt nú tá snarað verður).

Rock Trawl-doors og Finnur Fríði skulu samstarva um hesar báðar verkætlanirnar.

Tavan
Tavan í Leirvík hevur saman við fleiri skipum fingið tillutað 1.000 tons av norðhavssild. Verkætlanin er framhald av royndunum í fjør og fyrrárið, sum hava til endamáls at fáa økt um framleiðsluna av ymiskum saltaðum vørum til útflutnings – tunnur – og at gera fleiri smærri royndir – krydd, marinering v.m. Framleiðslan er málrættað og í samstarvi við virkir/keyparar í einum norðurlendskum keyparalandi, men aðrir marknaðir vera eisini royndir. Víðarigóðsking og marknaðarføring. Tavan arbeiðir serliga saman við svium um hetta.

Kollafjørður Pelagic og JFK

Kollafjørður Pelagic og JFK í Klaksvík hava fingið tillutað 900 tons av norðhavssild. Bæði skip og virki á landi eru við í verkætlanini. Endamálið er framhald av royndunum í fjør, sum ikki komu reiðiliga ígongd vegna umbygging, at víðarigóðska ymiskar sildavørur – flaps, flak, heilfryst og støddarskilt – við serligum denti á IQF fløk til evropeiska marknaðin – Holland. Øll virðisketan íroknað sølu er við i verkætlanini.

Pelagos og Høgaberg

Pelagos í Fuglafirði og Høgaberg hava fingið játtað 800 tons av norðhavssild, sum skal fiskast við nót í føroyskum øki og framleiðast til ymiskar servørur til asiatiska/japanska marknaðin. Endamálið er at betra góðskuna og øll virðisketan íroknað sølu er við í verkætlanini.

 

Menningar­virði og nýskapanarvirði

Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar­virðið og møguligt nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni.

Eins og fyrr í ár og í fjør í samband við tilsøgnir um Vinnuligar Fiskiveiðiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, verður roynt at seta nakrar serligar treytir í játtanartilsøgnirnar, sum tryggjar at tað verður gjørt, sum ætlanin er við royndunum, sigur Fiskimálaráðið.

Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá ið royndirnar eru gjørdar, í seinast lagi 31. desember 2019.

Kvotur og kvotapartar, sum ikki eru nýttir í ár, fella aftur til Fiskimálaráðið tann 31. desember 2019.