Fiskivinna og pensjón evni á landsfundi

Fiskivinnupolitikkurin og pensjónsnýskipanir verða høvuðsevni á landsfundi Fólkafloksins, sum verður á Giljanesi leygardagin

Fiskivinnupolitikkurin og pensjónsnýskipanir verða høvuðsevni á landsfundi Fólkafloksins, sum verður á Giljanesi leygardagin. 

 

Tá fara Bjarni Arnason, grannskoðari, og Marjun Magnussen, deildarstjóri í Almannaráðnum, at halda hvør sín fyrilestur um ávíkavíst fiskivinnu- og pensiónsnýskipamir.

 

Tey fara eisini at svara spurningum frá fundarfólkinum.

 

Fyrilesturin hjá Bajarna Arnasyni, sum er stjóri í grannskoðaravirkinum Numo, hevur heitið »Fiskivinnunýskipan: Virðisøkin og gjald«. Bjarni Arnason er eisini serfrøðingur í búskaparviðurskiftum hjá fiskivinnuni.

 

Fyrilesturin hjá Marjuni Magnussen, sum er løgfrøðingur, hevur heitið: »Er neyðugt við eini pensiónsnýskipan?«.

 

Umframt fyrilestrarnar fer formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen at leggja fram ársfrágreiðing sína. Frítt orðaskifti millum fundarfólkið verður aftná, áðrenn floksformaðurin at enda tekur smana um fundin, sum endar klokkan 18 við nátturða.