Tað hevur higartil ikki eydnast Høgna Hoydal at fáa semju við Sambandsflokkin um eina fiskivinnunýskipan.
Seinasta freist at leggja uppskot fyri tingið, um tað skal til viðgerðar í hesari tingsetuni, er í dag.
Men Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri hevur júst boðað frá, at einki uppskot verður lagt fram í dag kortini.
Orsøkin er, at landsstýrismaðurin vil heldur arbeiða víðari við uppskotinum til mánadagin og síðani senda tað til hoyringar.
Sum skilst er hetta eisini ein roynd hjá landsstýrismanninum at fáa greitt fløkjurnar við Sambandsflokkin.
Hóast freistin er í dag, so kann samgongan við nokk av undirskriftum leggja fram uppskot eftir at freistin er farin. Samgongan hevur eisini bundið seg til at skriva undir upp á, at Sambandsflokkurin kann leggja sítt egna uppskot fram, um semja ikki fæst millum partarnar.
Sum skilst er framvegis eingin semja og langt millum partarnar. Men landsstýrismaðurin hevur ikki misti vónina júst enn, hoyrist úr tinginum.