- Eingin skipan til stýring av fiskiskapi er lýtaleys, heldur ikki okkara, men tað er hugstoytt, at vit innanlanda hava teir størstu kritikararnar, heldur Føroya Reiðarafelag. - Nú hevur Dimma stór tíðindi um, at fiskaríkomiserurin í ES er farin at hyggja eftir, hvussu onnur lond skipa fiskiveiðina, og í hesum høpi skulu Føroyar verða ein fyrimynd.
Hetta evnið viðger Føroya Reiðarafelag í nýggjari grein á síni heimasíðu í dag.
- Tá vit hava havt vitjan av útlendingum sum eitt nú hava kannað okkara fiskidagaskipan, hava teir altíð sagt, at okkara skipan man vera tann frægasta, sum verður brúkt.
Felagið leggur aftrat, at henda hugsan tó ikki hevur vunnið frama her á landi.
- Eingin skipan til stýring av fiskiskapi er lýtaleys, heldur ikki okkara, men tað er hugstoytt, at vit innanlanda hava teir størstu kritikararnar.
Føroya Reiðarafelag vísir eisini til nýggjastu frágreiðingina hjá Búskaparráðnum og heldur fyri, at hendan í so máta ikki var nakað undantak.
- Kortini eru fleiri ting í frágreiðingini, sum vit kunnu taka undir við, serliga um tað at avtaka forðingar, sum gera, at vit ikki kunnu kappast við okkara grannar.
Felagið heldur, at tá Búskaparráðið yvir ein kamb vísir á, at okkara fiskiveiða ikki er burðardygg, er hetta ikki rætt.
- Her mugu tey útgreina gjøllari, hvat tað er, tey meina við, heldur reiðarafelagið.
Lagt verður aftrat, at felagið hevur víst á, at toskur og hýsa er illa fyri í løtuni, og at okkurt eigur at verða gjørt fyri eitt nú at verja ungfiskin.
- Men tað er ikki rætt at døma okkara fiskivinnu yvir ein kamb, um at hon ikki er burðardygg. Hetta er í hvussu er kenslan, tú situr eftir við, tá tú hevur lisið frágreiðingina hjá Búskaparráðnum.
Føroya Reiðarafelag sigur, at vónandi fer ES at senda fólk til Føroya at kanna okkara fiskiskap.
- Tey hava sjálvandi frætt um lítla landið í norðurhøvum, sum livir av fiskiveiðu og sostatt noyðist at taka sær eyka væl av fiskastovnunum, sigur felagið í nýggjari grein á síni heimasíðu í dag.