Norska blaðið Fiskaren, sum man verða størsta fiskivinnublað í Norðurlondum,
hevði kunningarfund á Hotel Hafnia seinnapartin hósdagin. Fundurin snúði seg millum annað um, at Fiskaren ætlar at gera eitt temablað um føroyska fiski- og alivinnu og aliídnað.
Men tað, sum fyri føroyska fiskivinnu hevði størstan týdning, var framløgan av databasanum Fish Info Service.
Hesin databasin er ikki gamal, men er longu sera framkomin og hevur nógvar góðar upplýsingar fiskivinnuni at gagni.
Virkið á Kósini í Klaksvík var eitt av teimum allarfyrstu virkjunum yvirhøvur, sum læt seg skráseta í hesum databasanum.
Kaj Leo Johannesen, sølumaður, arbeiddi á Kósini um tað mundi, og hann sigur:
? Eg hevði roynt at leita eftir upplýsingum ymsastaðni, og kom fram á einar tríggjar-fýra ymiskar databasar. Teir vóru góðir, men ikki nóg góðir.
? Á einari messu uttanlands hevði FIS ein bás, og har kom eg í tos við teir.
Á henda hátt kom samband millum Kósina og FIS sum endaði við, at Kósin lat seg skráseta í databasanum við egnari heimasíðu.
Kaj Leo Johannesen sigur, at hesin databasin er sera hentur fyri føroyskar útflutningsfyritøkur
Í basanum eru upplýsingar um eitt nú prísir á nógvum ymiskum vørum ymsastaðni kring um í heiminum.
? Eitt nú kanst tú fáa prísin á lidnum vørum í Japan, Noregi og Íslandi.
Kaj Leo Johannesen sigur eisini, at sjálvandi er ymiskt sum kundi verið betur og nevnir tann trupulleika, at ikki alt verður dagført alla tíðina.
? Men har er so øgiliga nógv um at fara, sigur hann.
Kaj Leo Johannesen sigur, at hevur ein fyritøka ikki tørv á upplýsingum um fisk og fiskamarknað, so er sera avmarkað hvat databasin kann brúkast til.
Kaj Leo metir tí, at hann er sera góður fyri føroyskar útflutningsfyritøkur, meðan eitt nú fyritøkur, sum bert arbeiða í Føroyum, als onga gleði fáa av databasanum.
? Tað sum er best við hesum databasanum er, at tú sparir tíð. Tú sleppur frá at ringja runt til nógv ymisk støð, fyri at fáa fatur á upplýsingum.
? Tú fært upplýsingar um út- og innflutningshagtøl hjá teimum ymsu londunum. Og fyri nøkur av londunum eru teir øgiliga útgreinaðir, sigur Kaj Leo Johannesen.
? Tað er eitt annað tú skalt gera tær greitt, tá tú skrásetir teg í einum slíkum databasa. Tú selir onki, við bara at skráseta teg, men tú fært atgongd til eina ørgrynnu av upplýsingum.
? Tú kanst siga, at tú skapar kontaktir við at skráseta teg, og teimum kontaktunum kanst tú arbeiða víðari við.
Tað kostar onki at verða við í databasanum, men skalt tú, sum Kósin og Bakkafrost, hava ávísing til tína egnu heimasíðu, so kostar tað nakrar túsund krónur um árið.
? Harumframt, sigur Kaj Leo Johannesen, so kanst tú keypa tær eina rúgvu av tænastum, og har eru ymiskir prísir alt eftir hvussu umfatandi hesar tænastur eru.
Temablað um Føroyar
Sum nevnt ætlar Fiskaren at gera eitt temablað um føroyska fiski- og alivinnu, umframt virkir við tilknýti til hesa vinnu.
Temablaðið verður eitt ískoytisblað til blaðið sum kemur út fríggjadagin 20. mars.
Ætlanin er, at ein partur av temablaðnum verður sum lýsingar, meðan ein annar partur verður redaktionel umtalað av føroyskum vinnulívið, við tilknýtið til fiskivinnuna og alivinnuna.
? Tað merkir t. d., at vit fara ikki at skriva um ferðafólkavinnuna, men tey eru vælkomin at lýsa í blaðnum.
Og tað tykist sum áhugin er stórur, tí nógv fólk sýndu tiltakinum á Hotel Hafnia áhuga.