- Føroyar eru eitt sindur øðrvísi fyri enn hini londini við tað, at fiskivinnan hevur so øgiliga nógv at siga. Eg eri av teirri áskoðan, at skulu vit fara inn í ES, so eiga vit at fáa fullkomiliga greiði á, hvørja ávirkan tað fær á okkara fiskivinnupolitikk. Í nógvum av ES-limalondunum, har sum fiskivinnan hóast alt hevur stóran týdning, har eru tey í fiskivinnuni ofta ónøgd við, at teirra ávirkan á fiskivinnupolitikkin ikki er nøktandi. Tað er umráðandi fyri okkum at fáa greiði á hesum. Tættari samstarv er ivaleyst neyðugt. Hesin spurnigurin hevur verið frammi í landsstýrinum, og eg trúgvi, at hetta er ein spurningur, sum mann kemur at taka støðu til í nærmastu framtíð - kanska í hesum valskeiðnum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Greinin er partur av greinarøð um ES:
ES má finna semju við Føroyar, Ísland, og Noreg
Vit eru ein bananrepublikk
Kontroversiellar avgerðir um ES
Ríkisrættarliga støðan má avklárast
EFTA politiskt best møguleika
Tingini kunnu boyggjast
Fiskivinnupolitikkurin má greinast
EBS hevur gagnað Íslandi
EBS og EFTA - Hvat er tað?