Tað eru verri enn so øll, ið eru samd um royndaruppboðssøluna av fiskiloyvum, sum nýliga er tikin í nýtslu. Eisini er ein fiskivinnunýskipan á gáttini, og hetta elvir til nógv kjak um, hvussu høvuðsvinnan føroyinga skal skipast.
Tað er kanska serliga í Klaksvík, sum jú eisini verður nevndur fiskivinnuhøvuðsstaðurin, at ónøgdin við uppboðssøluna er stór. Nú fær landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, møguleika at verja og grundgeva fyri uppboðssøluni fyri klaksvíkingum og øðrum við.
Í tíðindaskrivi verður nevniliga boðað frá, at sum partur av Sjómannadegnum 2016, so verður fiskivinnupolitisk hólmgonga í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík hóskvøldið, har núverandi landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, og fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, fara at kjakast um fiskivinnupolitikkin í dag og fráboðaðu nýskipanina.
- Á sjómannadegnum seta vit teirra sjónarmið upp ímóti hvørjum øðrum. Høvið er fráboðaða fiskivinnunýskipanin. Samgongan setti í vetur ein serfrøðingabólk at gera eitt tilmæli um eina nýskipan av okkara høvuðsvinnu. Bólkurin skuldi vera liðugur við sítt tilmæli 1. august, men hevur fingið tveir mánaðir afturat til at gera seg lidnan. Við støði í arbeiðssetninginum hjá serfrøðingabólkinum spyrja vit Høgna Hoydal og Jacob Vestergaard, hvat er í væntu. Eisini spyrja vit verandi og fyrrverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum um, hvat teir fingu burtur úr royndaruppboðsøluni í summar, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.
Hólmgongan byrjar klokkan 19 hóskvøldið. Jón Brian Hvidtfeldt er vertur.