Fiskivinnuráðstevna gevur lítla meining

Tað verður eingin fiskivinnuráðstevna í sambandi við sjómannadagin í Klaksvík á hesum sinni, tí stigtakararnir hini árini siggja lítla meining í hesum tiltaki í løtuni Ein týðandi partur av lívsgrundarlagnum hjá norðoyingum er fiski-og útróðrarvinna, og nú løgtingið eftir øllum at døma fer at skerja fiskidagarnar so rívan, at henda vinna kemur á gravarbakkan, halda norðoyingar lítla meining vera í at skipa fyri fiskivinnuráðstevnu.

Ein afturvendandi partur av sjómannadegnum hevur verið ein stór fiskivinnuráðstevna, sum hevur verið hildin í Klaksvík. Men í ár er lítil hugur at gera so nógv burtur úr hesum partinum, sum annars hevur verið sera væl umtóktur hini árini.

Fiskivinnuráðstevnan í Klaksvík hevur verið væl vitjað, og fyrireikararnir hava øll árini syrgt fyri, at týðandi kreftir innan føroysku fiskivinnuna eru slopnir til orðanna. Útlendskar kreftir hava eisini verið við, eins og politisk umboð og umboð fyri fiskifrøðingar og fólk við skili fyri tølum.

Nú løgtingið er í holt við at áseta fiskidagar fyri komandi fiskiár, og landsstýrismaðurin hevur skotið upp at skerja dagarnar hjá partrolarum við 20% og hjá húkaflotanum við 50%, duga norðoyingar ikki at síggja nakra serliga meining í hesi stevnu.

Hugsandi er, at løgtingið longu fríggjadagin ger av, hvussu nógv dagarnir fyri komandi fiskiár skulu skerjast.

Vinnunevndin, sum hevur havt málið til viðgerðar, býtti seg í ein meiriluta og tveir minnilutar. Meirilutin skjeyt upp at skerja dagarnar við 3%, men mangt bendir á, at uppskotið hjá Heina O. Heinesen og Pálli av Reynatúgvu um eina 20%-skerjing fer at vinna frama á løgtingi.

Jóhan Dahl skjeyt upp eina 10%-skerjing.