Fiskivinnuskúlin fær viðurkenning á Lærda háskúlanum í Tromsø

Eftir at tað varð greitt, at ein næmingur við miðnámsskúlaprógvi frá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna ikki slapp inn á lærdan háskúla í Tromsø við teirri grundgeving, at Fiskivinnuskúlin ikki stendur á listanum hjá Cirius yvir góðkendar miðnámsútbúgvingar í Føroyum, hevur Mentamálaráðið og landsstýriskvinnan í mentamálum Helena Dam á Neystabø arbeitt av øllum alvi fyri at fáa loyst henda trupulleikan.

Tað var í fyrstu atløgu at sannføra Universitetið í Tromsø um, at ein næmingur, ið júst hevur gingið á fiskivinnuskúla við atliti til at útbúgva seg víðari innan fiskifrøði, eigur at verða tikin inn, um hann annars lýkur fakligu krøvini, ið lærustovnurin setur. Og í aðru atløgu at tryggja, at allar neyðugar tillagingar verða gjørdar í útbúgvingini, so at hon kann verða sett á Cirius listan. Hetta til tess at fyribyrgja, at næmingar í framtíðini koma í somu óhepnu støðu.

- Universitetið í Tromsø hevur í dag boðað frá, at tey góðkenna miðnámsútbúgvingina í Vestmanna á sama hátt, sum Mentamálaráðið mælir til, og sum eisini Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt í mong ár. Tað merkir, at málið við tí eina næminginum í Tromsø nú er loyst, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum.

Hon sigur, at tey eisini eru komin væl áleiðis í samráðingunum við kenslumálaráðið í Danmark, og meta tey, at tey innan stutta tíð eru komin til eina semju, ið framtíðartryggjar fiskivinnumiðnámsskúlaútbúgving okkara.