Tað er ein tíð, síðan A/S MT Højgaard byrjaði at stákast inni á Fjørð í Vestmanna, har nýggi Fiskivinnuskúlin skal byggjast, og herfyri komu fyrstu formarnir upp at standa Tað var felagið A/S MT Højgaard, sum vann lisitatiónina upp á nýggja Fiskivinnuskúlan í Vestmanna. Tilboðið hjá felagnum var stívliga 22,4 miljónir krónur, meðan P/F Articon bjóðaði sær at gera arbeiðið fyri 23,3, og Sp/f Viking Smíð helt seg til 23,9 miljónir krónur.
Tekniskir ráðgevarar í byggingini eru Sp/f MAP Arkitektar, P/F Sofus M. Jakobsen og P/F KJ Elráð.
Sambært fyriliggjandi ætlan, verður miðjað eftir, at skúlin stendur liðugur tíðliga í ár 2009.
Samlaði kostnaðurin at verkætlanini verður helst einar 29 miljónir krónur.
Tað er ein tíð síðan, at MT Højgaard fóru í holt við kloakk-og planeringsarbeiði, og herfyri vórðu so fyrstu formarnir settir upp.
So hvørt, sum vikurnar fara at ganga, fara vit eisini at síggja, at betongveggirnir koma upp at standa, og skúlin fer at taka skap.
Nýggi Fiskivinnuskúlin í Vestmanna verður bygdur á parkeringsøkinum inni á Fjørð. Pláss verður fyri umleið 100 næmingum. Í skúlanum verða tríggjar vanligar skúlastovur og ein serstova. Aftrat hesum verða fimm bólkarúm, auditorium og onnur høli.
Tað var landsstýrismaður í skúlamálum, Jógvan á Lakjuni, sum legði uppskotið fyri løgtingið um at byggja nýggjan Fiskivinnuskúla í Vestmanna.
Arbeiðsánari er Mentamálaráðið, og Landsverk er byggiharri.