Fiskivinnuskúlin merkir versnaðu tíðirnar

Nú freistin at søkja inn á miðnámsskúlarnar er úti, er greitt, at fiskivinnuskúlin í Vestmanna hevur fingið fleiri umsóknir til støðisárið í ár enn undanfarin. Jákup Andreasen roknar tó ikki við nógvum umsóknum frá lærlingum í ár

? Umsóknirnar eru áleið tær somu í tali sum í fjør, men tað eru fleiri, sum hava søkt á skúlan til vanligu trý ára útbúgvingina, sigur Jákup Andreasen, stjóri í fiskivinnuskúlanum.
Skipanin á skúlanum er bygt upp á ein heldur øðrvísi hátt við, at til ber at taka trý ára útbúgvingina á skúlanum. Ella kann ein taka ávísar lærugreinir og ein triði møguleiki er at ganga í skúlanum, meðan ein er í læru hjá einum virki.
Í fjør nýttu nøkur hetta høvið. Tey útvegaðu sær eitt lærupláss á einum virki og tóku so fyrsta støðisárið á skúlanum í Vestmanna. Síðani verður annað árið nýtt til at arbeiða úti í vinnuni og tað triða verður so nýtt til eitt sindur av báðum.
Seks næmingar á skúlanum nýttu hendan møguleikan í fjør, men Jákup er ikki bjartskygdur um hendan møguleikan í ár.
? Soleiðis sum tíðirnar eru vorðnar, so dugi eg illa at ímynda mær, at tað verða nógvir lærlingar her á skúlanum komandi skúlaár. Støðan er versnað í fiskivinnuni, og alivinnan er jú í svárari kreppu, so útlitini eru ikki góð fyri tí, sigur Jákup.
? Tað eru fleiri yngri umsøkjarar í ár, og tað kundi bent á, at tað er ikki eins lætt at finna arbeiði í dag, sum tað hevur verið, sigur hann.

Primitiv skúlagongd
Sum er eru umstøðurnar á fiskivinnuskúlanum als ikki góðar. Næmingarnir húsast í fýra ymiskum húsum í Vestmanna, og tað ger millum annað tað, at næmingarnir síggja ógvuliga lítið til hvønnannan.
Til dømis tá næmingarnir skulu gera onkrar royndir, so fara teir í kjallaran í einum húsum at gera tær. Og tað heldur skúlastjórin er avbera primitivt, sum hann málber seg.
Tað hevur verið upp á tal at gera ein nýggja fiskivinnuskúla, men tann ætlanin er ikki komin nógv longur enn á skriviborðið.
? Annita á Fríðriksmørk setti eina bygginevnd, áðrenn síðsta landsstýrið fór heim. Hendan nevndin hevur havt nakrar fundir síðani, og sum eg havi skilt, so verða pengar møguliga játtaðir til fyrireikingararbeiði í sambandi við ein nýggjan fiskivinnuskúla, so her er gongd í málinum enn, sigur Jákup Andreasen.
Sostatt bendir nógv á, at fyrireikingararbeiðið viðvíkjandi nýggjum fiskivinnuskúla fer skjótt ígongd, men so longi ongir pengar eru játtaðir til byggiarbeiði, so er ikki gott av vita um og nær ein nýggjur skúli kann verða veruleiki.