Fiskivinnuumsitingin má purrast út!

Atli Hansen

Fyri uml. 2 vikum síðani gjørdi eg nakrar viðmerkingar til Útvarp Føroya um ta stóru mongd av sild og makreli íð tykist at hava verið norðan- og eystanfyri oyggjarnar í summar - og framvegis er. Eg gjørdi hetta mest fyri at provokera landsins fiskivinnumynduleikar til at vísa áhuga fyri hesum ríkidømi, at fáa hetta staðfest alment soleiðis at vit kunnu brúka tað til í samráðingum við strandalondini at undirbyggja okkara krøv og kanska at seta størri krøv. Ætlað sum ein hjálp til fiskivinnumynduleikarnar. Hetta skuldi eisini skiljast sum ein heilsan til Fiskiveiðueftirliti um at fylgja við í teimum stóru nøgdum av sild og makreli, sum verða flutt úr okkara sjóøki av fremmandum skipum.

Men gakk. Einasta úrslit var, at fiskimálaráðharrin í Útvarpinum ilskaðist inn á meg fyri at eg dittaði mær til í summarfrítíðini at koma við tílíkum. Ein høvuðsatfinning var, at eg brúkti tað góða gamla føroyska orðið at tveita á borðið. Tá hevur ein ikki nógv at føra fram, um hetta var størsta hárið í suppuni. Og tá hevur man helst ikki skilt boðskapin - soleiðis sum tað eisini vísti seg seinni í samrøðuni.

Tað sum skelkaði meg mest var tá íð útvarpsmaðurin spurdi fiskimálaraðharran, um hann fór at býta meira sildakvotu út, um hesi 65.000 tonsini vóru uppfiskaðið. Hann svaraði, at hann fyrst vildi síggja, at skipini kláraðu at fiska hetta upp. Og sjálvandi skulu Føroyar hava so stórar kvotur sum gjørligt. Politiskir flosklar hoyra heima í einum valstríði. Tað áhugaverda er, hvussu fáa vit hesar størru kvoturnar?

Skulu Føroyar biðja um kvotu eftir hvussu nógv verandi floti klárar at fiska? Nótaskipini klára at fiska hesa sildarkvotuna fleiri ferðir, um vit bert vita frá ársbyrjan, hvørjar treytirnar eru. Men hetta vil ráðharrin ikki lata okkum vita, tí hann vil hava møguleika fyri gjøgnum ári at broyta, glíða og leska. Loyvini verða ikki útskrivaði fyrr enn hálvt ár er farið. Makrelloyvini t.d. eru ikki komin enn, so vit hava ikki loyvi at fiska makrelin norðanfyri - soleiðis sum onnur skip.

Nei, Føroyar skulu ikki hava kvotir eftir, hvat ein ávísur skipabólkur klárar at fiska. Vit skulu hava okkara rættvísispart av øllum teim kvotum, har vit hava ein rætt - soleiðis sum tað stendur í Lógini um vinnuligan fiskiskap § 2. Og henda rætt og henda part fáa vit bert við argumentum - bert við at vísa á teir faktorar, sum vanliga liggja til grund fyri býti av TAC (mest loyvdu veiðu) - og eitt av hesum argumentum er nøgdin og tíðin, ein ávísur stovnur stendur í okkara sjógvi. Tað hevur ofta verið skotið eftir okkum, at vit hava eina makrelkvotu sum eitt strandaland, íð vit ikki áttu at verið. Men nú er tímin komin hjá okkum at vísa, at vit eru strandaland - og tað í ólukkumát. Havið kókar av sild og makreli á teimum gomlu sildarleiðunum.

Bæði í fjør og í ár hevur so nógvur makrelur verið í føroyskum sjóøki, at hann hevur verið ein trupulleiki sum hjáveiða í sildini. Føroysku skipini hava silgt undan makreli meðan útlendsk skip hava lagt seg á hann. Men lítið hevur verið gjørt frá almennari føroyskari síðu fyri at dokumentera henda veruleika og enn minni fyri at boða okkara samráðingarpørtum frá hesum. Onnur lond blása í lúður tá íð slíkt hendir.

Einasta vit vita um rannsóknir eftir makreli og sild í summar er, at tveir norskir nótabátar vórðu sendir at sigla ígjøgnum okkara øki og gera kanningar. Endre Dyrøy kom inn á Nólsoyarbankan og helt so beint norðureftir, har hann kom fram á tey føroysku nótaskipini norðan fyri 63 stig og tosaði við tey. Libas silgdi beint vestur eftir uml. 63 stig. Báðir gjørdu kanningar við troli og søgdu seg øtast yvir tað mongd av sild og makreli, sum tá var at síggja ógvuliga víða um í føroyskum sjógvi.

Í Felagnum Nótaskip hava vit lagt nógv trýst á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at arbeiða fyri størri silda- og makrelkvotum, men tað er sum um tað er hansara áskoðan, at Føroyar eiga ikki at fáa fleiri ella størri kvotur. Vit hava ikki rætt til meira.

Mítt ørindi við hesum er at boða øllum føroyingum frá, at vit eiga eitt stórt ríkidømi av sild og makreli norðan- og eystanfyri oyggjarnar her um summari, men tað verður stórt sæð ikki brúkt í politiskum høpi t.v.s. til at krevja ein størri og rættvísari part av heildarkvotunum og harvið til at styrkja okkara støðu undir samráðingum.

Eitt serligt úrslit av vantandi huginum hjá landsstýrimanninum at loysa kvotatrupulleikar og at greiða loyvisfløkir hava vit sæð í fiskiskapinum eftir sild eystanfyri Føroyar. Alt ein stórur hurlivasi.

Norðhavsildin varð í síni tíð definarað sum ein stovnur norðanfyri 62 breiddarstig. Hetta er nú strikað úr føroysku loyvunum. Veit ikki hvat hini londini hava gjørt.

Vit fingu táverandi landsstýrismann Jørgin Niclasen til at útskriva okkum loyvir til at fiska sild (og hestamakrel) sunnanfyri 62 stig, tí at har við hvørt hevur verið sild og vit hava hildið tað vera ein annan stovn, so her var ein møguleiki hjá føroyingum at skaffa sær sín egna sildarstovn eins og t.d. Ísland.

Loyvir vóru givin at veiða heystgýtandi føroyska sild við nót sunnanfyri 62 stig. Hesi loyvir vórðu givin til øll nóta- og ídnaðarskip við 1000 tonsum til hvønn. Tá íð eingin sild hevur verið á hesum leiðum í nøkur ár strikaði verandi landsstýrismaður í síni merkiligu umsorgan fyri ídnaðarbátunum 62 stig í loyvinum og øll skipini kunnu nú fiska 1000 tons hvør frítt, har sum vit kunnu fiska norðhavssild - ella í veruleikanum eini 15.000 t afturat av norðhavssild, uttan at landstýrimaður hevur boðað frá nøkrum. Kravið um at fiska hetta við nót er eisini strikað og bert teir, sum hava strongt mest á hava fingið hesi boðini.

Í ár hevur nógv sild verið á hesum leiðum heilt suður móti 61 stigum. Stór og góð sild, sum hevur verið væl egnað til framleiðslu í Kollafirði. Ein megnar møguleiki at kanna sær ein bita og til at styrkja møguleikarnar fyri at menna eitt pelagiskt virki í Føroyum, men eingin hevur gjørt nakað fyri nakað fyri at stuðla hesum tankagangi. Um ein sild hevur eitt navn eftir sínum eyðkennum ella hvar hon er at finna má vera ein definitiónsspurningur.

Nøkur skip hava roynt við nót eftir henni og fingið hampuligt burtur úr, men tá íð tað frættist at onkur varð sloppin at fiska hana við troli, var eingin grund hjá hesum ikki at gera tað sama.

Ein skuldi trúð, at hesi tíðindi um sild høvdu áhuga fyri ta nevndina, sum landsstýrismaðurin hevur lovað skal geva svar upp á alt tað, sum hann ikki hevur kunnað svara upp á. Men onkur má bera teimum tíðindini.

Og neyðars Fiskiveiðueftirlit. Ongan verðsins møguleika fyri at umsita vavgreytin.

Tað er einki skil í okkara fiskivinnuumsiting. Hann sum situr næstur og er drúgvastur at banka upp á í Fiskimálaráðnum fær sín vilja - og vit aðrir frætta umsíður, men fáa ikki alment nakað at vita. Eingin politikkur, bert stýring eftir trýsti. Hetta má broytast. Kanska hevur nevndin eisini eitt uppskot til loysn av hesum?

Onkur fer kanska at spyrja, um eg ætli mær at halda áfram við at eygleiða og harta fiskivinnuumsitingina. Eg eri jú fráfarin sum formaður í Felagnum Nótaskip og givin sum reiðari. Jú, eg ætli mær at halda áfram. Nú eri eg bert ein av ognarunum til livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindir, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóðarætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, sum verða umrøddir í Lógini um vinnuligan fiskiskap § 2. Sum veljari her í landinum fer hetta at hava mín stóra áhuga.

Frá 1. august eri eg fyrrverandi á øllum arbeiðsøkjum, men eg fari framvegis sum borgari her at ditta mær til at siga mína hjartans meining um øll samfelagsviðurskiftir - og kanska serliga tað øki, sum mær untist at vera á eitt heilt arbeiðslív.

Gøtu á ólavsøku 2006