Fiskur og olja


 

Helga Hjörvar

stjóri í Norðurlandahúsinum

Hava hesi fýra fyribrigdini yvirhøvur nakað í felag? Ella er tað júst tað tey hava? Fyrrverandi forseti Íslands Vígdis Finnbogadóttir er von at siga, at mentan selur fisk, ikki umvent.

Hon heldur uppá, at tað er lættari at selja eitthvørt, um landið longu hevur eitt pláss í tilvitinum hjá umheiminum.

Og onki virkar so væl sum mentan og list; hevur tú lisið bøkur, sæð myndlist, film, sjónleik ella hoyrt tónleik úr einum ávísum landi og ert vorðin hugtikin av øllum hesum, tá heldur tú eisini, at tú kennir landið eitt sindur.

Tað ávirkar tína meting um, hvat hetta fólkið er ført fyri at fáa burturúr á øðrum økjum, millum annað hvussu væl tey eru før fyri at framleiða dygdarvøru, sum fólk vilja hava.

I Íslandi hava tey longu gagnnýtt hesa sannroynd og tí hava til dømis tann nýggi íslendski filmurin Englar Alheimsins, sum varð sýndur í Norðurlandahúsinum nú í oktober og filmurin Reykjavík 101 verið sýningarferð saman við íslendskum vørum í USA.

Hetta er eitt samstarvstiltak sum hevur fingið navnið »Ísland sjálvandi« (Iceland naturally ? www.icelandnaturally.com) og samstarvið er millum 1000 ára haldið fyri at Leif Eiriksson fann Amerika, Reykjavík Mentanarbýur 2000, fiskaútflutningin, landbúnaðin, ferðavinnuna og onnur.

Tað er váttað, at Vígdis hevur meira enn grein í sínum máli. Tað hevur eydnast Íslandi at skapa medvit um, at Ísland ikki bara er eitt land við serstakari náttúru, men at Ísland eisini er eitt nýmótans samfelag, sum er vert at vitja.

Serliga gott úrslit hevur arbeiðið á nýggjum marknaðum givið, nýggjasta dømið er ein dyggilig tilgongd av ferðandi úr Onglandi. Og táið umheimurin alt meira sær, at Ísland er eitt væl útbygt nýmótans samfelag, verða íslendskar vørur minni fremmandar fyri tey, sum skulu keypa.


Vinnulívið

Vælútbúgvið og dugnaligt fólk skal til fyri at framleiða góða vøru, fólk, sum við teirra virkisfýsni og skapanargleði øll eru við til at byggja upp eitt vælvirkandi samfelag.

Eydnast tað at skapa eitt slíkt gróðrarríkt huglag og at kveikja og eggja hugin hjá hvørjum einstakum til at lyfta sín part av menningini, eru lunnar lagdir undir stórar møguleikar; og í hesum liggur fyrst og fremst styrkin í londunum i útnorði.

Skulu hesi samfeløgini ikki missa eitt ávíst tal av sínum vælútbúnu íbúgvum til størri samfeløg og skulu tey framhaldandi draga at sær og kunna geva íbúgvunum møguleika fyri at menna síni evni til gagn fyri samfelagið, má mentanarlívið mennast í somu takt sum vinnulívið, soleiðis at tann skapanargleðin, sum eyðkennir mentanarlívið sæst aftur í vinnulívsmenningini og umvent.


List og Mentan

Fleiri definitiónir eru upp á mentan og mær dámar ta breiðu definitiónina, sum merkir, at mentan er alt menniskjaligt virksemi, sum er gjørt við nærlagni, í fortíð, nútíð og framtíð.

Tað er grundarlagið vit byggja okkara lív á. Vit hava arvað mentanina og vit fáa mentanararvin til at kasta av sær til eftirkomarar okkara.

Mentanin, saman við teirri náttúru vit eru uppvaksin í, er samleiki okkara.

Listin hinvegin er tað, at fara í dýpdina við arbeiðinum, medvitið ella ikki at granska nakrar møguleikar, har vit ikki kenna úrslitið frammanundan, fyri soleiðis at geva okkum møguleika til at læra nakað um okkum sjálvi, um okkara medmenniskju og um framtíðina.

Hvussu ofta er ikki tað hent, at eitt listaverk sum tykist merkiligt, ja, kanska býttisligt uppá samtíðina, verður ógvuliga týðandi í eini aðrari tíð.

Hava vit ikki strembandi og álvarsom listafólk, sum granska sín miðil, høvdu vit bara endurskapt gomul virði og tá vildi listin mist sína kraft, tí lívið er ein rørsla og árið í ár verður eitt sindur øðrvísi enn í árið í fjør, tí vit hava megnað at lagt nakað nýtt afturat okkara royndum, nakað, sum nú eisini er við til at evna okkara samleika til.


Hvat hava

vit í felag?

Vinnulívið kann býtast upp á sama hátt. Vit hava tað traditionella vinnulívið, sum byggir á dygd og framleiðir dygdargóða vøru, sum tað fegið vil halda fram við at framleiða, tað er tann breiða framleiðslan, hon er partur av mentanini.

So koma tær nýggju vørurnar, har neyðugt er at taka ímóti avbjóðingum og at ganga nýggjar leiðir í virkseminum. Tað ber sjálvandi til at siga, at endamálið hjá vinnulívinum má vera at framleiða nakað, sum kann seljast í dag ella í morgin ella í ovurmorgin, tí sum oftast snýr tað seg um íløgur, sum skulu kasta av sær, men eitt vinnulív, sum ikki gongur nýggjar leiðir, fær ilt við at fóta sær í okkara nýmótans samfelag, har kappingin er hørð og har starvast verður yvir um landamørk.

Táið tað snýr seg um list og um nýskapandi vinnulív eru tær drívandi kreftirnar tað menniskjaliga tilfeingið, vit og skil, skapanargávur og dirvi. Og í báðum førum er endamálið tað, sum hevur varðandi virði, heldur enn løtuvinningur.


Eitt virkið samfelag

Eitt gott vinnulív hevur gagn av einum vælvirkandi umhvørvi, einum stað har vit kenna, at vit fáa okkara tørv á mentanarligum íblástri og lokalum stoltleika nøktaðan; tí er tað natúrligt at tað ikki bara eru kommunalu- og landsmyndugleikarnir, sum hava til uppgávu at stuðla mentanarligum virksemi, men at tað eisini er ein vinnulívsuppgáva.

Her venda vit aftur til fiskin og oljuna og alt annað vinnulív. Tað er natúrligt at hesi stuðla mentanarlívið, eftirsum at landsins menning millum annað er treytað av, hvussu vinnulívið fatar samfelagið alt.

Ætlar man sær ikki, at Føroyar bara skulu verða eitt gullgrevstrarpláss, táið oljan kemur, men heldur ein kraftmiðdepil við dragandi tilboðum til fólkið, eins og til gestir, tað veri seg ferðafólk ella fremmand arbeiðsmegi, so noyðist vinnulívið at koma sær uppí.

Í mongum londum hevur vinnulívið alt meiri valt at identifisera seg við ávísar partar av mentanarlívinum, tann partin tey halda hóskar til teirra umdømi.

Tann partin, tey sjálvi halda kann fáa fólk til at virðismeta teirra vøru. Summi vilja fegin leggja dent á, at teirra vøra er nýmótans og nýskapandi, summi leggja dent á ta fólksligu dygdina og uppaftur onnnur vilja fegin tengjast saman við nakað, sum er klassiskt.

Samsvarandi hesum velja fyritøkur at stuðla einstøk tiltøk ella stovnar.

Í Føroyum er stórt mentanarligt virksemi og mong tilboð á listaøkinum. Listasavn Føroya hevur permanentar framsýningar umframt upp í 12 ymiskar serframsýningar hvørt ár. Føroya Symfoniorkestur hevur umleið 4 konsertir um árið. Norðurlandahúsið hevur mentanarlig tilboð av ymiskum slag alt árið.

Á hvørjum ári verður ein tónleikari ella eitt tónaskald innstillað til tónleikaheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum og rithøvundur til bókmentaheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum, føroyskar bókmentir verða týddar til fremmand mál og tónleikarar spæla konsertir í útlondum.

Nýggjur føroyskur tónleikur er komin út á einum av teimum mest virdu tónleikaforløgunum í Europa og hevur fingið ummæli í Times.

Føroysk tónaskøld fáa bíleggingar av nýggjum verkum frá tónleikarum úr m.o. Norðurlondum og nú seinast úr París, har fyrsta framførsla av einum nýskrivaðum verki eftir Sunleifi Rasmussen verður í vetur í Le Salon de Musique.

Sjónleikalívið blómar og føroyskir sjónleikarar fingu góða móttøku, táið tey spældu á føroyskum á Norðurlendsku teaturdøgunum í Malmø. Føroysk myndlistafólk sýna fram ymsastaðni í Norðurlondum og Tróndur Patursson hevur fest fótin í París.

Føroyskir rokkbólkar spæla á ymsikum tónleikastevnum í Norðurlondum. Fýra føroysk myndlistafólk fara nú at sýna fram í New York og ein tónleikabólkur hevur konsertir kring alt USA.

Hetta er bara eitt lítið yvirlit yvir tað, sum føroysk listafólk beint nú fremja í útlondum. Hetta er virksemi, sum vinnulívið kann gera gagn av í sínum arbeiði.


Nýggjar avbjóðingar

Listastevna Føroya, sum er eitt samstarvstiltak millum Norðurlandahúsið, Tórshavnar Kommunu, Undirvísingar- og Mentamálastýrið, listafólkafeløgini og føroyskar mentanarstovnar verður fyri fyrstu ferð hildin komandi summar, frá 8. til 18. august 2001 og verður eftir tað hildin á hvørjum ári.

Á Listastevnuni verður bæði útlendsk og føroysk mentan og list á høgum professionellum støði og skal geva føroyingum møguleika til at uppliva eitt gott úrval av tí, sum hendir á mentanarpallinum í og uttanfyri Føroyar.

Listastevnan verður eitt kærkomið høvi hjá fyritøkum at bjóða seg fram við at stuðla. Í Reykjavík Mentanarbýur ár 2000 eru 5 fyritøkur valdar út til at stuðla, tær eru: tryggingarfelag, banki, orkuframleiðari, oljufelag og útgerðarfelag. Fyritøkurnar hava stuðlað við 800.000,- føroyskum krónum í part.

Harumframt hava fýra fyritøkur latið tænastur: flogfelag, dagblað, handilspallar og bussfelag. Fyritøkurnar lata ikki alt hetta fyri at gera eina góða gerð, men tí tær halda, at tað tænir teimum í teirra marknaðarføring bæði úti og heima. Tí tær vita, at listin hevur eina kraft, sum kann ávirka fólk.

Tað, sum mest hugtekur fremmandafólk, sum koma til Føroyar umframt náttúruna, er mentanin, at yrkingasøvn koma út í sama upplagi í Havn, New York og London. At her eru rithøvundar og myndlistafólk á heimsstøði.

At man samstundis, sum man hevur ein nýgjørdan spælifilm ? ein roadmovie ? varðveitir føroyska dansin. Hetta er ein styrki og eitt flog, sum er dygdargott støði at byggja eitt samstarv millum fisk, olju, list og mentan á.