Fiskur til mat ella klæði

Fiskur til minkafóður er í løtuni í harðari prískapping við fisk til matvøru. Hetta er ein orsøkin til, at prísurin á ídnaðarfiski hevur verið høgur og framvegis er høgur á marknaðinum.

Í Føroyum hava vit tvey uppsjóvarvirki, Faroe Pelagic í Kollafirði og Varðan Pelagic á Tvøroyri, ið kunnu frysta eitt nú svartkjaft og lodnu til matvøru, men sum skilst, er fiskur til minkafóður í harðari kapping við matvørupartin.

Mong halda, at fiskur, sum verður landaður í Fuglafirði og endar sum fóður, fer verri enn fiskur, sum verður landaður til matna í Kollafirði ella á Tvøroyri.

Men, soleiðis nýtist tað ikki at vera.

Fiskurin, sum Havsbrún keypir, endar sum alifóður til fóðring av laksi, ið hevur stórt virði. Hetta er soleiðis bara ein "umvegur" til dýra matvøru.

Ein partur av veiðini, sum verður landað í Kollafirði og á Tvøroyri, endar sum minkafóður, tí prísurin fyri henda fiskin til minkafóður er sum nevnt í harðani kapping við prísin á fiski til matna.

Hetta halda fleiri vera eitt sindur ræðandi, tí fiskur, ið endar sum minkafóður, gerst í ongum føri matvøra, men fínir klædnapelsar til ríkar kvinnur.

Bara í Norðurjútlandi eru einir 540 garðar, sum ala minkar og selja út við 4,5 miljónir minkaskinn um árið.

Myndin, sum er viðheft hesum greinastubba, er av kvinnu í minkapelsi.