Fiskurin doyði í kulda

Herfyri róku umleið tvær milliónir deyðir fiskar upp á land í Chesapeake-víkini í amerikanska statinum Maryland. Síðani hava serfrøðingar kannað, hví fiskurin doyði, og nú halda teir seg vera komnar eftir, at fiskurin doyði av náttúrligum ávum.

-Tað er líkt til, at fiskurin doyði, tí tað brádliga bleiv óvanliga kalt, og harafturat var stovnurin ov stórur, sigur Jay Apperson, sum er talsmaður hjá umhvørvismyndugleikunum í Maryland.

Desember í fjør var tann kaldasti í Maryland í 25 ár, og sjógvurin fram við strondini var eisini óvanliga kaldur.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at óvanligur kuldi hevur elvt til fiskadeyða í Chesapeake-víkini. Tað sama hendi í 1976.