Fiskurin úr Vági vann tríggjar tær fyrstu kappingarnar, og harvið var hann favorittur, tá ið dreingirnir kappaðust í barnaróðri á jóansøku.
Og vágdreingir megnaðu tað í heimasjógvi, sum tað varð roknað við, at teir fóru at gera.
Fiskurin var í tættari og spennandi kapping við tríggjar bátar, og hann var eina stóra hálva bátslongd undan fremsta avbjóðaranum.
Næst á mál var Fípan Fagra, og á triðja plássi var Svalan, sum bara var stóran skutin aftanfyri klaksvíksdreingir.
1 Fiskurin 02.53.27
2 Fípan Fagra 02.55.25
3 Svalan 02.56.24
4 Heykur 02.57.33
5 Ternan 03.01.44
6 Ingibjørg 03.03.18
7 Spógvin 03.12.40
8 Knúkur 03.16.34