Fiskurin vann fyrsta róðurin

Barnaróður dreingir: Nýggi báturin hjá vágbingum vann á norðoyastevnu

Tað var spildurnýggi báturin hjá vágbingum, Fiskurin, sum vann, tá ið kappingin millum dreingir í barnaróðrinum var á norðoyastevnu.

Fiskurin var eina bátslongd frammanfyri Heykin, sum er úr Hósvík.

Á triðja plássi var Fípan Fagra úr Klaksvík.

 

1 Fiskurin 2.35.37

2 Heykur 2.38.28

3 Fípan Fagra 2.38.34

4 Svalan 2.39.15

5 Ternan 2.40.04

6 Pílur 2.43.21

7 Ingibjørg 2.44.12

8 Spógvin 2.50.48

9 Knúkur 2.52.28