– Vit vilja longu nú boða fólki frá, nær kappingin verður, soleiðis at eisini nýggir luttakarar longu nú kunnu fara undir fyrstu fyrireikingarnar, sigur Jákup Jacobsen, sum saman við Jákup Suna Berg skipar fyri Fitness Føroyar 2014.
Nakrar broytingar verða í kappingini næsta ár samanborið við í ár, tá kappingin var.
- Tað hevur verið soleiðis, at allar greinar, sum annars plaga at vera fastur partur í eini slíkari fitnesskapping, hava ikki verið í teimum báðum kappingunum, sum hava verið higartil. Tað er greinin chin-up, sum ikki hevur verið við, men í mai mánaði er chin-up tikið við eins og hinar greinarnar aftur eru við, sigur Jákup Jacobsen og forklárar, at í tí greinini hálar luttakarin seg upp um eina stong, soleiðis at høkan kemur upp um stongina.
Kappingin fer fram soleiðis, at kappast verður í trimum umførum. Fyrst skulu luttakararnir vísa seg í bikini ella svimjibuksum.
-Her snýr tað seg bara um útsjónd. Dómararnir hyggja eftir, hvussu symmetriskur kroppurin er. Tað vil siga, at javnvág skal helst vera millum yvirkropp og undirkropp, sigur Jákup Jacobsen.
Í øðrum umfari eru tvær greinar í einum; chin-up og dips.
- Hesar greinarnar eru lagdar saman, og tað verður ein minuttur ímillum hesar báðar greinarnar, fortelur Jákup Jacobsen.
Seinasta umfarið er rógving, har luttakararnir sita á rógvimaskinum og rógva upp á tíð.
Longu nú ber til at boða frá luttøku hjá fyrireikarunum.