Fittir fuglar úr smáum barnahondum

Tað er eitt sindur várligt við fittum fuglum og litríkum myndum – og upplagt er, at fáa børnini upp í, nú tá ein er í skapandi horninum kortini. Hesar myndirnar eru bæði páskaligar og várligar, og so eru tær lættar hjá børnunum at gera – eisini teimum minstu.

 

 

Les eisini: Ger øðrvísi prýðis páskaregg við neglalakki

 

 

Tað er stuttligt at síggja smáu endurnar á pappíri, og at taka myndirnar fram aftur ár eftir ár, og síðani síggja, hvussu skjótt lítlu hendurnar vaksa.

 

 

Tilfar:

·      Pappír

·      Akrylmáling í teimum litunum, sum barnið ynskir, at fuglurin og nevið skal verða

·      Lím

·      Eygu

·      Snór til føtur

 

 

Mála lógvan á barninum og legg hann á pappírið, har fuglurin skal standa. Mála síðani fuglin, nevið og beinini tann litin, sum tú ynskir. Líma eygu á, og líma møguligan snór á føturnar. Lat barnið nýta hugflogið og mála tað slagi av fugli tað ynskir og restina av myndini lidna.

 

 

Myndin hóskar seg eisini væl til føðingardagskort til ommuna ella sum kort til mammudagin.