Five

Invincible

Teir eru longu eitt stórt hit, Five. Uppskriftin er roynd áður. Og hon riggar! Spyr bara Take That. Tú skalt taka fimm dreingir, fimm ymiskar typir, soleiðis, at um tær dámar best ljóshærdar, frekar dreingir, ja so fært tú tað í Five. Vilt tú hava ein myrkhærdan ordiliga frekan, jamen so er hann eisini í Five! Haraftrat er tað genialt, at Five eru fimm dreingir. Five = 5! Tað er heldur onki at ivast í , at plátufelagið hevur havt minst fimm fundir um júst hetta stóra mál. Um ein ella tveir teirra duga at syngja, so er tað bara heilt fantastiskt og tú kanst vera vísur í, at allur heimurin fer at skríggja av berari gleði. ?We will Rock You? syngja Five. Forrestin tað lagið gjørdi ein bólkur, ið æt Queen einaferð. Stóra hittið ?If Ya Gettin Down? er bygt á hit-lagið ?Last night a dj stole my heart?. Hitt hittið ?Keep On Movin? er pompøst produserað líka sum restin av fløguni.

Henda fløgan fer at herja heimin komandi árið. Hattin av fyri flottari produktión. Annars fimm fingrar í hálsin.