Fixa og Prolakk lagt saman

Plátuverkstaðurin umvælir øll bilmerki og er umboðandi verkstaður fyri fleiri bilasølur.

 

Plátuverkstøðini, Fixa og Prolakk, sum umvæla bilskaðar, hava nú lagt saman.

 

Í samband við samanleggingina eru broytingar gjørdar í eigaraskarðanum.

 

Eigarar av Fixa eru nú Eyðun Berg, Bilasølan og Dánjal Jákup Joensen. Eyðun er stjóri, og Dánjal Jákup er dagligur leiðari. 

 

Fixa flutti í nýggj høli á Hjalla í oktober í 2020. Alt virksemi verður nú í nýggja bygninginum á Hjalla 34.   

 

Fixa hevur verið í meinning seinastu árini og leggur seg eftir at veita skaðaumvælingar á høgum støði. Bæði tá ræður um góðsku og skjótleika. 

 

Fyritøkan umvælir øll bilmerki og er umboðandi plátuverkstaður fyri Berg Motors, Nordcar, Bilrøkt, Norðbil og nú eisini Bilasøluna.   

 

- Hóast Bilasølan nú er við í eigaraskarðanum, so verður Fixa framhaldandi óheftur verkstaður til gagns fyri allar bilasølunar, siga eigararnir av samanløgdu fyritøkuni.