Fjákalótir úr Skopun

Hans D. Nielsen


Nú var hann aftur framvið, við sínum fjákutu og ikki minst lítisigandi viðmerkingum um tað syndigu verð, vit liva í. Ikki kann sigast annað enn, at Gerhard Lognberg roynir at føra seg fram sum aðrir menn, um tað so er sam-kynd ella brennivín talan er um, so tykist Gerhard at halda seg hava eina loysn upp á, hvussu vit onnur skulu liva og skikka okkum í hesum landi.
Sandoyarfólk hava altíð borið orð fyri at verið skemtingarsom av lyndi, og man tað tí eisini vera í skemti, tey hava valt Ger-hard inn á ting. Kanska munnu tey halda, at ikki nóg nógv býtt verður sagt av tingsins røðarapalli og vilja tí bøta um hettar við at geva Gerhard møguleikan at siga sítt fjákuta vrøvl uttan fyri Sandoynna eisini.
Havi ofta sitið framman fyri sjónvarpinum og hugt eftir orðaskiftinum á tingi og má siga tað, at ein skal leita longi eftir einum so fjákutum og illa fyrireikaðum løgtingsmanni, sum Gerhard Lognberg er. Hann tykist ikki at hava ánilsi av, hvat gongur fyri seg rundan um hann, tosar upp í sama og um hann stendur fastur, sum ofta hendur, ja so hevur hann tann fyrimunin, at hann kann blanda várharra uppí fyri at koma víðari.
Nú Gerhard fekk ilt í afturpartin av, at nøkur friðarlig samkynd hildu ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, so má sigast, at ráðstevnan kom væl við hjá honum kortini, tí har var aftur ein møguleiki at blanda várharra upp í dagsins kjak.
Um Gerhard er so tollutur, at hann heldur, at bara hann og ikki vit onnur vita, hvat stendur í halgubók, so má hann bara trúgva umaftur, tí er tað nakað, sum vit øll hava fingið inn við skei gjøgnum allan okkara uppvøkstur, so er tað júst tað andaliga, men tað er so ikki tað sama sum Gerhard, Jenis og aðrir hava fingið burturúr tí heilagu skriftini.
Til seinast skal eg koma við einari áheitan og vegleðing til Gerhard & Co um heldur at brúka meira tíð upp á at viðgera meira álvarslig mál sum standa á dagsskránni í hesum døgum, har kann eg nevna sum dømi avtøku av oljuavgjaldinum, so familjur í hesum landi sleppa frá at sita køld við glintandi tonnum, men aftur fáa ráð at fylla sær tangan og fáa hita í kroppin, hettar kundi eisini bøtt um støðuna hjá teimum samkyndu, sum so eisini høvdu sloppið frá at ligið alt ov tætt saman undir dýnuni og synda fyri at halda varmanum.