Fjølbroytni ger munin

Klaksvíkar Bókasavn hevur havt tiltøk gjøgnum vetrarhálvuna í nøkur ár nú. Tiltøkini hava sum heild verið vælvitjað. Bókavørðurin Annika Egholm sigur, at í ár fara tey at gera tiltøkini meiri fjølbroytt

Klaksvík:
Mitt í býnum liggur bókasavnið. Eitt bókasavn, sum dregur nógv fólk til sín og ikki bara til at lesa ella lána bøkur.
Nakrar vetrahálvur seinastu árini hevur bókasavnið koyrt við ymiskum tiltøkum fyri bæði børn og vaksin. Hetta hevur víst seg at vera ein fongur fyri savnið og gjørt, at uppaftur fleiri vitja.
Annika Egholm, bókavørður, sigur, at onkuntíð hevur tað verið misjavnt við undirtøkuni, men sum heild letur hon tó væl at.
? Hetta er ein máti at gera vart við okkum, og at venja fólk við at koma inn higar. Haldi sjálv, at tað er væleydnað, sigur hon. Tí samstundis sum tiltøk eru, kunnu fólk, um tey ynskja tað, lána bøkur. Og tey, ið ikki ynskja tað, kunnu ístaðin fáa eina hugnaliga løtu.

Børn og ung
Í fjør byrjaði bókasavnið at skipa fyri tiltøkum fyri børn í skúlaaldri. Tað er serliga hesi tiltøkini, sum tey royna at gera meiri fjølbroytt í ár. Tað fyrsta tiltakið, sum verður fríggjadagin 5. oktober klokkan 16, gongur út uppá, at børn og ung kunnu koma á bókasavnið at læra seg at binda knútar. Skótar vera har at leggja teimum lag á.
? Í fjør var mest sum bara upplestur so at siga, men í ár vilja vit gera tað eitt sindur meira fjølbroytt, greiðir Annika frá.
Ætlanin er at hava tiltak fyri teimum í skúlaaldri einaferð um mánaðin frá oktober til mars.
Í november verður ein H. C. Andersen dagur í sambandi við at mæta danska skaldið verður 100 ár komandi ár. Tann dagin verða ævintýrini hjá honum upplisin, og hetta tiltakið er ætlað børnum við foreldrum, sum skilst.
Eisini plagar bókasavnið at vera við, tá Klaksvíkar Handilsfelag hevur Open by Night. Serliga hetta hevur víst seg at vera eitt gott og væleydnað tiltak.
? Til dømis høvdu vit í fjør eitt kvøld í desember, har vit skipaðu fyri jólaklipp og hugna fyri bæði foreldrum og børnum. Tað var gott, og vit fara aftur at skipa fyri tí í ár, sigur Annika Egholm.
Bókasavnið hevur umframt hetta eisini tiltøk fyri børnum undir skúlaaldur og vaksnum.

Trongar umstøður
Klaksvíkar Bókasavn hevur eini góð og ljós høli at húast í. Annika sigur, at hølini vórðu umvæld í 2000 og 01. Tað fegnast tey um, tí hølini eru í góðum standi í dag. Um enn tey eru nakað lítil.
? Til dømis, tá vit skulu hava tiltøk fyri børnunum, flyta vit allar hillarnar við barnabókum, tí annars er onki pláss. Tað er keðiligt, men tað ber kortini til, sigur hon.
Eisini greiðir hon frá, at tá Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, var á bókasavninum herfyri og helt fyrilestur, komu so nógv fólk, at øll ikki passaðu inn.
? Tá fóru fleiri avstað aftur, sigur hon. Hetta heldur hon sjálvandi vera harmiligt, men samstundis er hon greið yvir, at ein víðkan av teirra hølum ikki verður veruleiki fyribils.
? Vit hava so gjørt politikararnar varðugar við, at tað er eitt ynski frá okkara síðu. So fáa vit at síggja, sigur bókavørðurin á Klaksvíkar Bókasavni brosandi.