Fjølbroytt bilaframsýning

Bella Sentrið á Amager var um vikuskiftið karmur um eina stóra bilaframsýning, sum næstan 63.000 fólk vitjaðu

Bilaframsýningin Biler i Bella, sum vanliga er annaðhvørt ár, var hesaferð í døgunum 18.-21. mars.


Umframt ein hóp av nýggjum bilum vóru eisini nógv ellisakfør sýnd fram. Har vóru bæði ensk, týsk og amerikansk ellisafør.


Á framsýningini vóru yvir 150 framsýnarar og 42 bilmerkir við nógvum ymiskum modellum.

Fyri fyrstu ferð var framsýningin víðkað til eisini at umfata motorsúkklur og skutarar.


Á básinum hjá P. Christiansen A/S segði Tesla Kim Madsen, sølukonsulentur hjá Tesla Motors, at um tvey ár kemur persónbilurin Tesla Model S á marknaðin. Model S kemur at koyra næstan 500 km upp á eina løðing og kann løðast upp á einans 45 minuttir.


Søren Lindquist, framsýningarstjóri í Bella Sentrinum, segði seg vera væl nøgdan við framsýningina. Hann sigur, at hóast fíggjarkreppan rakti bilbransjuni sera hart í fjør, sær tað út til at fólk eru meira optimisk í ár, og nógv hava hug at keypa sær ein nýggjan bil.


Tá Bella Sentrið lat aftur sunnukvøldið, høvdu umleið 63.000 fólk vitjað framsýningina.