Einaferð í 80-árunum seldi Farodane bæði taffelchips og mikrochips. Heilsølan, sum varð stovnað fyri yvir 50 árum síðan, stóð á einum vegamóti, og endin varð, at skrivstovuútbúnaðurin og teldutøknin vann á mat- og kolonialvørunum.
Í dag bjóðar Farodane seg fram sum heildarútvegara til skrivstovuna. Fyritøkan stendur á fýra beinum og veitir loysnir innan kunningartøkni, innbúgv, skrivstovulutir og skeiðtænastu.
Annað ættarlið hevur tikið yvir og triðja ættarlið førir fyritøkuna inn í nýggjar tíðir. Ein av stovnarunum og stjóri í 40 ár, Carl Herup Olsen, er enn í felagnum sum nevndarformaður. Ólavur Herup Olsen er forstjóri, og sonur hansara Rolf Herup Olsen er KT-stjóri.
Trý ættarlið, sum standa á odda fyri umleið 45 starvsfólkum í Farodane. Í dag er kunningartøknin hornasteinurin í virkseminum, og eini 30 fólk starvast burturav við veitingum í kunningartøkni.
Næstu árini fara vit at síggja herd krøv til KT-trygd. Nýggj lóggáva og tøkni er ávegis, og ser-liga tað almenna fer at noyðast at seta orð á ein KT-trygdarpolitikk, sum sigur, hvussu farast skal fram við kunningartøknini. Farodane hevur brynjað seg til hesa tíðina, og á KT-stevnuni verður trygdin eitt av evnunum, sum Farodane fer at taka fram.
Eitt annað øki, sum Farodane fer at leggja stóran dent á, er fíggjarstýringin og bókhald. Virkið er farið inn í eitt nýtt samstarv við Visma Software, sum eru størst á økinum í Noregi og í løtuni víðka til restina av Norðurlondum. Farodane ásannar, at marknaðurin eftirspyr fleiri og betri fíggjarstýringsamboð, og tí er fyritøkan vorðin føroyskt um-boð hjá Visma.
Heimasíðurnar eru eisini ein sjálvsagdur partur av virkseminum hjá Farodane. Farodane bjóðar millum annað sína egnu CMS-skipan til sínar kundar, og trý fólk taka sær burtur av at menna og viðlíkahalda heimasíðuskipanir.
Farodane hevur eisini lagt stóran dent á at vera ein álítandi netumsitari fyri fyritøkur. Serkøn fólk taka sær av rakstri og umsitingini av netumhvørvinum hjá fleiri smærri og størri fyritøkum, og tað samstarvið hevur riggað væl.
Á KT-stevnuni fer Farodane at vísa fram, hvat skeiðtænastan Kvasir hevur at bjóða. Kvasir bjóðar eitt nú teldukoyrikort, men eftirhondini hevur skeiðtænastan lagt seg meira eftir grafiskum skeiðum. Kvasir verður ofta biðið um at halda alskyns skeið úti hjá kundum, og menningarskeið í leiðslu, sølu og tænastu eru á skránni uppi á Skotarók við útsýni yvir Havnina.
Útsýnið hevur víst seg at verið gott í Farodane, sum varð stovnað í 1950. Fyritøkan hevur prógvað, at hon megnar at flyta seg við teimum skiftandi krøvum, sum tíðin hevur við sær, og fyritøkan verður eisini í morgin ein álítandi samstarvsfelagi, lovar Rolf Herup Olsen, KT-stjóri og triðja ættarlið í Farodane.
Stjóri: Ólavur Herup Olsen
Stovnað: 1950
Starvsfólk: 46
Virksemi: Kunningartøkni, innbúgv, skrivstovulutir og skeiðtænasta