Fjølbroytt jólakonsert í Vesturkirkjuni

Havnar Hornorkestur, G.H.M. Harmoniorkestur, Havnakórið og solistar framføra fjølbroyttan tónleik á jólakonsert í Vesturkirkjuni í annaðkvøld kl. 20.00

Í annaðkvøld kl 20.00 verður Vesturkirkjan karmur um jólakonsertina, sum er á hvørjum ári undan jólum.

G.H.M. Harmoniorkestur, sum telur 25 spælarar undir leiðslu av Atla Petersen og Kenneth Philip Jones byrjar við at spæla jólaløg, m.a. Hark ! The Herald Angels Sing og Journey to Bethlehem.

Havnakórið undir leiðslu av Ólavi Hátún fer at syngja eina ógvuliga fjølbroytta jólaskrá, sum spennir frá 5 raddaðari jólamotet eftir hálendska munkinum og tónasmiðinum Jan Pieter Sweelinck, sum livdi í 15-hundratalinum og til jólasangir hjá okkara egna Hans Jákup Højgaard. Á vegnum verður støðgað við J. S. Bach, W. A. Mozart, Th. Laub og N. W. Gade. Havnarkórið byrjar við at syngja motettina : ?Vakna! rópar vaktarmaður eftir J.S. Bach.

Á konsertini verður eisini soloframførsla. Petra Iversen og Berghild Poulsen syngja hvør sín solosang, sum Jóhannes Andreasen hevur klaverfylgispæl til. Eisini fer Jógvan Thomsen at framføra 2 orgulstykkir.

Havnar Hornorkestur undir leiðslu av Ova Olsen endar konsertina við løgunum : O Come all Yie faithfull, Litle drummer boy. Og til síðst Dear Lord and Father of Mankind við orgulfylgispæli.