Eyðun Nolsøe, Tróndur Enni og James Olsen á Tvøroyri, og lokalar stjørnur í Vági. Við hesum leggja suðuroyingar lunnar undir eitt sera fjølbroytt vikuskifti
Fríggjakvøldið spæla vælumtóktu tónleikararnir Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni á Pubbini á Tvøroyri, og leygarkvøldið verður teir at hoyra í Seglloftinum saman við James Olsen.
Í Stóra Pakkhúsi í Vági trína lokalar stjørnur á pallin. Talan er um Bergur Gudmundssen og Sunrid Kærbech, ið saman við øðrum dugnaligum tónleikarum, standa fyri undirhaldinum hetta kvøldið.
Sostatt leggja suðuroyingar upp til eitt sera fjølbroytt flaggdagsvikuskifti.