Fjølbroyttir Summartónar

Kórið Tarira fer í vikuni at luttaka á Summartónum við tveimum konsertum, umframt einari framførslu, sum kórið sjálvt stendur fyri í sambandi við, at kórsins fyrsta fløga við heitinum ?Døgg? verður givin út

Fyrsta konsertin á Summartónum verður hildin í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 3.juli kl. 19.30, har Tarira saman við Aldubáruni fer at gera eina roynd at endurtaka væleydnaðu framførsluna av kantatuni eftir Kára Bæk og Róa Patursson, ið varð framførd í mai, tá ið Norðurlandahúsið fylti fjórðings øld. Eftir serligum ynski úr Klaksvík verður konsertin við Tarira og Aldubáruni endurtikin í Christianskirkjuni fríggjakvøldið 4. juli kl. 20.00.

Tarira miðsavnar seg í stóran mun um samtíðartónleikin og nýskrivaðan tónleik og fer hetta eisini at mynda framførslurnar, har meginparturin er lutfalsliga nýtt. Á útgávukonsertini fer kórið at framføra fleiri verk hjá føroyskum tónasmiðjum, m.a. fer kórið at frumframføra hugtakandi verkið ?Náttúra?, sum Pauli í Sandagerði hevur skrivað til tekst hjá Christiani Matras. Verkið er bílagt av kórinum og er við á fløguni hjá Tarira. Útgávukonsertin hjá Tarira verður leygardagin 5.juli kl 16.00 í Müllers Pakkhúsi í Havn.