Tvey línuskip eru á Flemish Kap, fýra eru undir Íslandi, og trý línuskip eru undir Føroyum.
- Skipini á Flemish Kap fiska tosk, men landa neyvan hesa vikuna. Skipini undir Íslandi fiska mest brosmu og longu og fáa eisini nakað av toski og hýsu. Skipini undir Føroyum fiska á djúpum vatni og fáa mest av brosmu og longu.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at eitt skip landar í dag, og seinni í vikuni koma helst eini tvey ella trý línuskip inn at landa aftrat.
Um útróður sigur marknaðurin, at streymurin verður góður, og veðurvánirnar eru eisini góðar.
- So, vit vænta nakað av útróðri. Bátarnir fáa eina blanding av toski og hýsu, og onkur roynir eftir kalva, sigur Fiskamarknaður Føroya um útlitini hjá húkaflokanum hesa vikuna.
Um gongdina hjá ísfiskatrolarunum verður sagt, tað eru bara trý pør sum fiska á landgrunninum. Tey fáa mest av upsa og nakað av longu, toski, kongafisk og svartkalva sum hjáveiðu.
Fimm pør fiska makrel, og trý pør fiska gulllaks, men við gulllaksinum fer tíðin nú at halla.
- Vit vænta, at eitt par við upsa landar í dag, og so koma hini upsaskipini inn at landa seinni í vikuni.
Um djúpvatnstrolararnar sigur Fiskamarknaður Føroya, at ein fiskar svartkalva og upsa og landar í dag.
- Restin av djúpvatnstrolarunum fiska makrel, verður sagt av Toftum.