Í Vikuskiftis-Sosialinum hesaferð kanst tú lesa drúgva samrøðu við sjónleikarakvinnuna Biritu Mohr, sum fekk staðfest Alzheimer fyri nøkrum árum síðani, og við familju hennara.
Eisini er tema um umhvørvi, har tú eitt nú kann lesa um elbilar, eldsálina Finnboga Joensen í Vestmanna, um nýggja drívhúsið hjá eigarafelagnum í Tórsbyrgi og samrøður við aðrar eldsálir, sum stríðast fyri at verja umhvørvi.
Somuleiðis eru tekningar og frágreiðingar um Víkingagarðin, sum ætlanin er at byggja í Hovi.
Hetta er bert nakað av tí, sum tú kanst lesa um í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst í sølubúðunum kring landið.