Albert Isfeld
100 Tórshavn
Tað sær út til, at føroysku fjølmiðlarnir hava tikið støðu ímóti fullveldinum og taka heilt og fult undir við donsku niðurgerðingini av tí føroyska fólkinum saman við danskari pressu.
Amerikanski forsetin og nýskaparin Abraham Lincoln segði einaferð nakað soleiðis: »Tú kanst lúgva fyri einum parti av fólkinum alla tíðina og tú kanst lúgva fyri øllum fólkinum í eina tíð, men tú kanst ikki lúgva fyri øllum fólkinum alla tíðina«.
Lat hetta standa sum lærusetningur fyri teir føroysku fjølmiðlarnar.
Ta síðstu tíðina verður endurtikið upp í saman í útvarpi og sjónvarpi og í bløðunum, at vit hava fingið undirgrundina frá danskarum, ongin av hesum miðlum seta spurnartekin við útsagnið at vit hava »fingið undirgrundina frá danskarum«.
Eg leggi onki í at fara út í juridiskar ella stjórnmálafrøðiligar útgreiningar, tað duga Atli Dam og Halgir W. Poulsen nógv betur enn eg.
Vit hava búð í Føroyum í umleið 1200 ár og ongin hevur higartil, so vítt eg veit sett spurnartekin við, um vit eiga tann fiskin, sum vit fiska, ella teir seyðir vit fletta. Heldur ongin hevur, so vítt eg veit, takka danskarum fyri tey epli, sum verða velt í Føroyum. Bert ein persónur hevur higartil, so vítt eg veit, takka danskarum fyri eitt tilfeingi, sum vit heilt av okkum sjálvum eiga. Hetta hendi á einum føðingardegi há tí stóra kolonibestýraranum í 1992. Vit vóru fleiri, sum tá frøddust um, at tað endaliga var staðfest, at nú áttu vit sjálvi undirgrundina og harvið oljuna og mangt annað gott, sum møguliga finst í henni. Vit føldu takksemi yvirfyri okkara skapara, at endiliga sigraði rættvísi ? í teimum umhvørvum eg ferðist í, hevði ongin hug at halda saman hendir og takka kolonivaldsharranum.
Eg veit væl, at tá ið onkur byrjar at jabba okkurt, er tendensurin ofta, at øll fara at jabba tað sama og tað ger heldur onki, tá ið jabbað verður um smávegis ting og hendingar og tá ið tann ið jabbar »bert« er Palleba ella Marsanna.
Men tað ger sanniliga ikki tað sama, tá ið tíðindafólk byrja at jabba. Teirra uppgáva er at bera okkum sonn, røtt og intelligent tíðindi, at útgreina hesi tíðindi fyri okkum lesarum og lurtarum á bestan hátt, hetta krevur bæði útbúgving, lesnað og almennvitan ? tað nyttar onki her at skjóta seg undir ideologiskar ella partapolitiskar hugsjónir.
Í fullveldismálum hava vit nú, síðan samráðingar við danskarar byrjaðu, hoyrt tíðindamann hjá Útvarpi Føroya sagt frá samráðingunum. Um hesin maður hevur útbúgving sum journalistur veit eg ikki og um sami maður ongantíð lesur útlendsk bløð, veit eg heldur ikki, men eitt veit eg, og tað er, at hesin maður útvarpssins ber donsk tíðindi til føroyingar.
Hvørt orð, tað verði seg skriva ella tosa, frá danskari síðu, verður endurgivið, sum um her er talan um høgan lærdóm og sannleika, ja man situr eftir við eini fatan av, at hesin maður stríðist mannliga fyri einari danskari sak og vil doyggja um so man vera.
Her meini eg og nógv við mær, at útvarpsstjórin eigur skyldu, at geva okkum lurtarum sakligan tíðindaflutning, eg meini ikki, at vit skulu jabba eftir munninum hjá Anfinni ella Høgna ? vit krevja bert valuta fyri okkara útvarpsgjald.
Heimføðisligheitin og undirbrotligheitin eigur ikki heima í Útvarpi Føroya.
Tað kann vera at føroyska tjóðin var ikki líka væl fyri í menning og lærdómi fyri umleið fimti árum síðani, sum tey londini vit sammeta okkum við. Tá var helst ringt at fáa fatur á væl útbúnum og royndum fólki ? vit høvdu onga elitu ella intelligensia ? tí var ofta hugt at hvat danskarar søgdu og skrivaðu. So er ikki longur, vit hava nú fólk við lærdómi og royndum innan at kalla øll øki, so tað er ikki neyðugt, hvørja ferð at lata danskarar koma framat microfonini, sum serfrøðingar innan øll øki. Vit duga eisini sjálvi (sjálvandi skulu vit fylgja við hvat hendir úti í heimi og um neyðugt, fáa fólk henda vegin at greiða frá v.m.).
Tað sum omanfyri er sagt um Útvarp Føroya, er á lag tað sama, sum kann sigast um Sjónvarp Føroya, bert við tí muninum, at sjónvarpi næstan ongi tíðindi ber.
Tað gleðiliga er hent við Dimmalætting, at hon nú er blað fyri allar føroyingar. Tað sama kann ikki sigast um Sosialin, her valdar miðaldarligt myrkur, tað er bara ein meining, sum er galdandi, ja sjálvt í karikaturtekningunum hjá Óla slær hesin hugburtur í gjøgnum. Hugsi tykkum til, um enski karkaturteknarin undir seinna heimsbardaga við heitinum Low, bert teknaði skemtitekningar av Churchill og ongar av mótstøðumanninum Hitler.
At enda kann eg nevna fúlu skrivingina hjá donsku bløðunum, síðan fullveldismálið byrjaði. Tað sær út til, at her er onki mark fyri fordómum og rasismu mótvegis føroyingum. Vit sum hava búð í Danmark kenna okkum ikki aftur, og serliga hugstoytt er, at føroysku fjølmiðlafólkini eru farin í song við fíggindanum.
P. S. Um tað er seriøsur tíðindaflutningur at siga, at danskarar hava »givið okkum undirgrundina«, so manglar kortini at siga okkum frá, nær og hvussu undirgrundin er vorðin donsk ogn.