Teir størstu fjølmiðlarnir í heiminum eru sera vónsviknir av veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn, sum endaði við einari óbindandi fráboðan. -Málið bleiv slept, og Keypmannahavn endaðí úrslitaleyst, skrivar bretska blaðið The Guardian í oddagrein í dag.
Blaðið leggur afturat, at ráðstevnan rakk ikki teimum málum, sum Bretland hevði sett sær, og at fyri framman eru fleiri mánaðir við truplum samráðingum.
New York Times skrivar, at fleiri mál vórðu slept á ráðstevnuni í Keypmannahavn, og niðurlendska blaðið Volkskrant skrivar, at fundurin endaði við einari veikari avtalu.