Endamálið hjá kringvarpsstjóranum er, at stovnur hennara skal sparka reyv. Fyri góðum tveimum vikum síðani kendi Annika Mittún Jacobsen seg kallaða til at skriva eina kronikk, har hon staðfestir, at um skattakrónurnar altíð verða brúktar til at seta tey næstbestu, tí at skipanin er so stirvin, at tað privata vinnulívið hevur nógv meira at bjóða, - ja, so verður ringt at fáa skattakrónur at sparka reyv. Við hesum er tónin líkasum lagdur, og í einum seinri sekvensi, í somu grein, sigur hon, at føroyska málið livir eitt proffessionelt lív í Kringvarpi Føroya, og staðfestir hartil, at stovnurin tryggjar, at málið verður brúkt í almenna rúminum. Málsliga ávirkanin er risastór, tí tilvitað ella ótilvitað er tað mál og mentan, ið fær føroyingin at kenna seg sum føroying. Vónandi fer hennara egni málsligi og mentanarligi førleiki ikki at forplanta seg niður ígjøgnum skipanina, tí tá verður ringt bara verri, enn tað nú er vorðið.
Í hálvthundrað ár hevur eitt valalið av monnum og kvinnum dugnað og ment Útvarp Føroya. Undir leiðslu av Axeli Tórgarð, Niels Juel Arge og Jógvani Jespersen eydnaðist tað dugandi starvsfólkum, at klekja ein frælsan arnarunga, sum við tíðini fekk eitt øgiligt flog, har hann sólarringin á tamb, ár eftir ár, gjørdist meginskansi føroyska fólksins í mentan, máli og samleikafatan. Ein meginsigul, sum dróg málsligar og mentanarligar vælútbornar profilar til sín. Hugsi um ”kulturpersónligheitir” sum eitt nú Oskar Hermansson, Hans Thomsen, Poul Arna Joensen, Eyðun Johannessen, Einar Joensen, Hermann Jacobsen, Hera Smith, Tummas Napoleon Djurhuus, Sverra Egholm, Ólav Hátún, Eyðun Andreassen, Finnboga Ísakson, Árna Absalonsen, Jógvan Arge, Hans Jacob Debes, Ívar Iversen, Árna Joensen og Lias í Rættará, bara fyri at nevna nakrar av nógvum. Tað var ikki altíð, at politiska skipanin var leiðslunum til vildar, men tær megnaðu, við síni dyggu kjølfestu í mentan, máli og journalistikki, at halda stovninum upp í vindin við áhaldandi framskrúvu, hóast lúsingarnir undir bógvarnar og rennisjógvarnir undir loringini vóru gerandiskostur. Stabilisatorurin á stovninum var ikki fyrst og fremst materiellur, men heldur hinvegin ein felagskulturur, ein kollektiv fatan og ein meginvisión um, at starvsfólk og leiðsla vóru oddvitar í føroyskari tjóðarbygging. Havi eg skilt hugtakið hjá núverandi kringvarpsstjóranum, um at sparka reyv, rætt, so er hálvthundrað ára søga útvarpsins ultimativa úrslitið av hesum fyribrigdi.
Sjónvarp er ein onnur stødd. Væl meira orkukrevjandi enn útvarp er, og politiska skipanin hevur ongantíð givið føroyskum sjónvarpi ein livandi kjans. Hóast starvsfólkið dúgliga hevur roynt at ment hendan visuella stovnin, bleiv tilveran á ein hátt sum hjá geykaunganum, sum altíð endar í reiðrinum hjá onkrum øðrum, orsakað at leti upphavsins.
Longu táið eg var landsstýrismaður í mentamálum í 2000/2001 varð íðið róð framundir, at frægast mundi vera, at leggja teir báðar public-service stovnarnar saman í ein stovn. Útvarpið virkaði væl við stórari eginogn, ímeðan Sjónvarpið var í kroniskari peninganeyð. Mín ivi, um samanlegging tá, var fyrst og fremst orsakaður av vandanum fyri, at lægsti felagsnevnarin fór at draga báðar stovnarnar í dýpið. Málið var uppi á døgum tá, tí at nýggjar ásetingar og tulkingar av viðurskiftunum hjá almennum stovnum kundu hava tað við sær, at Útvarpið mátti lata sín uppsparda pening í landskassan. Hesum var forðað fyri, táið fyritreytirnar vóru broyttar, soleiðis, at hesir stovnar áhaldandi fingu loyvi til, at liva undir kørmum sum líktust teimum hjá partafeløgum v.m.
Á heysti í 2003 geva tveir sjónvarpsjournalistar út bókina ”Skjót journalistin”. Samgongan sum situr, slitnar, og táverandi løgmansflokkurin byrjar spakuliga at leggja trýst á Sjónvarpið. Táið ABC-samgongan er skipað í 2004, fara teir sannlíkt tilvitað eftir mentamálaráðnum, og hava harvið fingið sær amboðið, sum skal til, fyri at sleppa sær av við ein treiskan Mikkjal Helmsdal, sum ikki var til sølu, og sum m.a. í einum føri hevði váttað alment, at løgmaður frá 98-04 hevði roynt at lagt trýst á hann og stovnin. Men hann lat seg ikki trýsta, tíansheldur kompromittera, og tí hevði mentamálaráðharrin bara eitt at gera í ráðnum, sum ørvaroddi hjá politiska hierarkinum, at skvisa stjóran og at niðurleggja stovnin, sum ikki læt seg ávirka og kúga av partapolitiskari infiltratión.
Stutt eftir, at teir eru setstir aftur við heimastýrisradiatorarnar, boðar mentamálaráðharrin almenninginum frá, at hann fer at leggja Útvarpið og Sjónvarpið saman í ein og sama stovn. Eyðvitað stóð samgonga hansara aftanfyri hesa avgerð. Okkara trupulleiki var tó, sum andstøðuflokkur, at hvørki Jógvan á Lakjuni ella nakar av samgongumonnum hansara kundu argumentera fyri tí skilagóða í hesi samanlegging. Enn tann dag í dag hava vit ikki hoyrt eitt einasta argument fyri hesi sambræðing. Men støðan var tikin, talsterkasta samgonga í Føroya søgu akslaði síni skinn saman við Jógvani, og sum limur í mentanarnevnd løgtingsins hugsaði eg sum bretar taka til: ”If you can´t beat them, join them.” Vit valdu at gerast partur av eini fjølmiðlasemju, sum í parlamentinum, serliga í nevndini, byrjaði at fáa eitt veruligt skap. Hendingin var sum so søgulig, kanska eitt tekin um, at føroysk parlamentarisma var hvokkin, ella búgvin so frægt, at tilbar at gera semjur yvir tíð, sum kundu halda, í stórum málum. Og hetta var eitt stórmál, politiskt at lynna undir, at meginmentanarstovnar tjóðarinnar, av álvara skuldu mennast og gerast ein uppaftur størri og meira avgerandi partur av føroyskari tjóðarbygging.
Uppskot kom í tingið um Kringvarp Føroya, sum nýggi stovnurin nú varð róptur. Samráðst varð dúgliga og megintættirnir í semjuni síggjast í álitinum, sum ein samd nevnd legði fyri tingið við ávísum lógarbroytingum. Megintættirnir, sum sjeklaðu limirnar í mentanarnevndini saman, vóru, at ein public-service sáttmáli skuldi gerast millum mentamálaráðið og nýggja stovnin. Hesin skuldi síðani leggjast fyri tingið til kjak og aðalorðasskifti. Absolut onki er hent hesum viðvíkjandi. Fasilitetir skuldu fáast til vega í Sortudíki, soleiðis, at stovnurin allur kundi húsast undir somu lon. Í so máta hendi heldur onki. Journalistiska fakið skuldi raðfestast, táið størv vórðu sett, beint tað øvuta hendir, nú lastbilchaufførar, prodjúsarayuppie´arar, seminaristar, tøkningar, alskins fantasifullir akademikarar og autodidaktar í ólukkumáta sita á Parnassos, meðan útbúnir og durkdrivnir journalistar vera varpaðir út í nirvana. Lýsingarnar skuldu niðurlaðast í einum 5 ára skeiði, fyri at privatu rásirnar og bløðini, sum ikki hava lógarásettan rætt at krevja inn skatt frá fólki, framhaldandi kundu liva sítt egna góða lív. Endamálið við hesum var eisini, at public-service hugtakið ongantíð mátti verða hótt av m.a. kapitaláhugamálum. Beint tað øvuta hendi, nú dubbar Kringvarpið á lýsingarhermótinum, og er paradoksalt í holt við at skipa sær eina veruliga marknaðarføringsdeild. Ein avgjørd treyt frá okkara síðu var eisini, at tær báðar tíðindadeildirnar framhaldandi skulu virka fult og heilt, sum um stovnurin ongantíð var samanlagdur. Hesin parturin av semjuni er eisini brotin, nú allur tíðindaherurin melur inn og út um gáttina hjá hvør øðrum. Kappingin er burtur, og úrslitið er hareftir.
Kort síðani segði Helena Dam á Neystabø, at orsøkin til, at hon ikki kundi hækka kringvarpsgjaldið, var, at hon fekk ikki samgonguna at taka undir við hesum. Sum vanligt frá tí mótinum, ein sápuopera, tí hon hevur ultimativa kunngerðarheimild í lóg, treytaleyst, at áseta kringvarpsgjaldið sjálv. Men hví spurdi hon ikki allar partarnar í fjølmiðlasemjuni um hendan spurningin? Tað ger mann aðrar staðir, men mær vitandi hevur hon ongantíð fregnast hjá Tjóðveldinum um hetta málið. Skal hesin arbeiðshátturin skiljast soleiðis, at Tjóðveldi er varpað úr tí so nógv feteraðu semjuni, sum tíðum á tingi verður brúkt sum fyrimynd um felagsstev?
Heidi Petersen og eg gjørdu fjølmiðlasemjuna vegna Tjóðveldi. Tað var við bjørtum vónum, at vit hugsaðu um framtíðina, táið komið var á mál. Minnist serliga væl kvøldið, táið øll mentanarnevndin sat í javnaðarrúminum á gamla apoteki, og skuldi finna kremið í Føroyum, sum skuldi setast í nýggja kringvarpsstýrið, ið skuldi tryggja nýfloygdu ørnini eitt veingjabreiðið, eitt flog, sum veruliga skuldi muna í føroyska mentanarheiminum. Stýrið var ein partur av armslongdarmeginregluni, har landsstýrismaðurin onga beinleiðis ávirkan skuldi hava á stjóran og stovnin. Hartil skuldi tað virka sum katalysator og sparringspartnari hjá stovnsleiðsluni. Ídag liggur alt í skeljasori. Onki av tí sum vit samdust um í semjuni gjørdist veruleiki, ikki so frægt at vit vera eftirspurd, táið mál taka seg upp av einhvørjum slagi, og júst tað sum mann var bangin fyri í 2000/2001, og gjørdi, at eg tíanbetur aftraði meg tá, at Sjónvarpið fór at taka Útvarpið við sær í fallinum, um stovnarnir vórðu lagdir saman, er nú í ferð við at henda. Tað er bara ein spurningur um tíð, nær ið tað hendir. Sjálvandi kann onkur sita tivandi í tímavís, so hissini læðandi at sínum egna tómleika, og endurgeva fjákutar tíðindastubbar úr Rungsted Tidende ella Roskilde Stifttidende, við Nik & Jay sum viðskera, frá morgni til myrkurs, í einum rásaríi av danskari tjóðarbygging, men tað hevur als onki við eina licensgoldna føroyska public-service rás at gera, yvirhøvur.
Tað er bara public-service hugtakið, ið kann brúkast sum argument fyri, at fólkinum verður álagt at gjalda kringvarpsgjald. Komið er nú at teimum mørkum, har spurnartekin veruliga kann setast við, hvørju megin markið vit eru. Og tað gongur skjótt tann skeiva vegin. Táið stýrið og stjórn, í óðum verkum hava disponerað ambitiøsar bygnaðarbroytingar, við fæið, sum ikki var til, og sum tey vitstu ikki var til, tá er spurningurin, um málið ikki onkursvegna eigur at lenda aftur í politisku skipanini. Stýrið og stjórn eiga ikki, og mega heldur ikki sleppa, at knúsa fremsta mál- og mentanarstovn landsins í tógvalutir. Og eru tað frælsu fuglarnir á takinum, sum avgerða fíggjarætlanir stovnsins, so má tað fáa avleiðignar fyri onkran. Ábyrgdin má plaserast, táið onkur er farin út um sínar heimildir. Tey ætlaðu so hugagóð at sparka reyv, spurningurin er nú, um tað frægasta ikki hevði verið, at tey sparkaðu seg sjálvan í reyvina.
Míni ráð til Helenu Dam á Neystabø eru, at hon alt fyri eitt tekur alt kringvarpsmálið upp av nýggjum. Vit hava fleiri ferðir víst á, hvussu fíggjarspurningurin kann loysast, men sum støðan nú er vorðin, er frægasta úrslitið helst, at stovnarnir verða skeklaðir sundur aftur, soleiðis, at Útvarpið, um ikki annað, kann bjargast á eggini. Ella rættari, at Útvarpið í hvussu er sleppur at sparka reyv, sum roknimeistarin í Sortudíki so filosofiskt útbasuneraði, at hon ætlaði sær at gera, um fyritreytirnar bara vóru tær røttu.
Eri ikki longur limur í løgtingsins mentanarnevnd, og harvið heldur ikki framsøgumaður floksins í mentanarmálum, men, sum ein av teimum, ið gjørdu semjuna, skal eg bara boða frá, at eg ikki kenni meg at vera part av semjuni longur, uttan so, at politiska valdið tekur betri partar fyri seg, og fær málið á rættkjøl aftur. Kundi eisini hugsað mær at vita, hvat ið Andreas Petersen, John Johannessen, Olav Enemoto, Marjus Dam, Heidi Petersen og Heðin Zachariassen siga um gongdina, sum nú er, í mun til tað, sum vit sáttaðust um í síni tíð.
NB: Appropos roknimeistarin. Kom at hugsa um eina sum segði, at Danmarks Radio hevði 3 milliardir krónur at virka við um árið. Vanliga bíta vit við hundrað, táið vit samanbera við donsk viðurskifti, og táið kringvarpsstjórin gjørdi hesa royndina, og segði okkum, at hon burdi havt 300 milliónir krónur um árið at virka við, tá fór líkasum tann seinasta flísin av førleikanum, sum júst skuldi vera fíggjar- og búskaparligur. 3.000.000.000 : 100 = 30.000.000. Altso, 30 milliónir krónur. Men sjálvandi, ein roknifeilur á 270 milliónir krónur er nú bæði komandi og farandi. Men tað vil tó samanumtikið siga, at hon hevur lutfalsliga væl meira av fæi enn starvsbróðurin í Keypmannahavn, til at reka stovnin fyri. Summa summarum skal mín seinasta ákallan vera, at mentanarstovnurin Útvarpið onkursvegna verður bjargaður úr mentanarloysinum, og sum nú er, liggur ábyrgdin hesum viðvíkjandi hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø, og ongum øðrum. Haðani má bjargingarroyndin nú koma. Evsta mark, dead-line, liggur skamt frá okkum og sæst nú við berum eygum í havsbrúnni.