Jógvan við Keldu, løgtingsmaður
Útróðurin hevur fyri mong pláss í Føroyum ómetaligan týdning, men Kári P. Højgaard má sum onnur gera sær greitt, at neyðugt er við sterkum savnaðum økjum, við einum samfelagi við vinnu, mentan, og almennum stovnum nærri borgarunum.
Í Dimmalætting 20. mars, spyr Kári P. Højgaard, løgtingsmaður: “Hvat sigur løgmaður” og vísir til brævið, sum 13 landspolitikarar sendu løgmanni við uppskoti um, at hann setur skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk við tveimum tingmonnum úr hvørjum samgonguflokki, sum hevur til endmáls, innan 3 mánaðir at hava eitt yvirlit yvir støðuna av almennum stovnum, og hvørjar møguleiki er at flyta út um landið.
Eg fari ikki at koma inn á tað, Kári insinuerar politiskt, men heldur við nøkrum praktiskum viðmerkingum, har eg haldi, at hann er í so grunnur í sínum metingum av, hvat mennir økini úti um landið.
Hann hevur rætt í, at útróðurin hevur havt, hevur og eisini kemur at hava stóran týdning fyri mong pláss í Føroyum t.d. Eysturoynna, Hvannasund og Klaksvík og vit hoyrdu fyri kortum, at Fiskavirking fer undir átak í Havnini ið gevur útróðrarmonnum betri sømdir.
Menning krevur víðfevndar fasilitetir
Kári P. Højgaard má gera greitt, at neyðugt er eisini við øðrum víðfevndum tænastu-tættum, um økini skulu hava lívið lagað.
Skulu vit menna økini er neyðugt við meiri víðskygni, tí komandi ættarliðið, bæði her heima og sum hevur nomið sær bókliga útbúgving í øðrum londum, skulu hava arbeiði at koma til bæðið kvinna og maður, hesi fáa ikki førleikagevandi arbeiði, um ikki, økini eru savnað, styrkt og hava nútíðar fasilitetir. Hesi seta krøv til trivna.
Vit, sum sendu brævið til løgmann eru greiðir yvir, at um hetta mál ikki verður framt við skili, kemur tað upp í einki. Ein virðilig loysn á viðkvomum máli!
Hermann og Kári hava onga loysn
At seta arbeiðsbólk við tveimum limum úr hvørjum samgonguflokki geva Kára P. Højgaard og Hermann Oskarsson lítið fyri. Her eri eg ósamdur. Eg fari at gera greitt, at tá løgmaður setur henda bólk av politikarum, og løgmaður hevur nú málið, sum hann hevur biðið um, tekur bólkurin sjálvandi inn serkøna hjálp.Hetta er skjót, góð og praktisk loysn. Við loysnini hjá Kára og Hermanni, sum ikki er nøkur loysn, verður málið bert parkerað. Tað er frammundan dømt til at miseydnast. Hetta er roynt fyrr.
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin fer við grein síni skeivur og metir ov grunt um støðuna úti um landið. Hann eigur at hugsa um størri og sterkari øki við meiri fjøltáttaðum virkisøkjum. Tí uttan okkara loysn verður eingin trivnaður og eingin mennandi dynamykkur.