Boðskapurin er, at bert 10. hvørt lag, ið verður spælt í ÚF, er føroyskt. Men greinin ber brá av, at yvirskriftin er skrivað fyrst, og so er sum frægast roynt at fáa roknistykkið at ganga upp.
Øll sum lurta eftir útvarpinum vita, at hetta sjálvsagt ikki er rætt. Síðan orðaskiftið um gjaldið fyri nýtslu av føroyskum tónleiki tók seg upp í síðsu viku, hevur útvarpið kannað, hvussu stórur partur av tónleikinum er føroyskur. Úrslitið er, at 24 prosent av tónleikinum, ið ÚF spældi í 1997, var føroyskur. Hetta er samsvarandi rapporteringini til Koda, tí ÚF skal geva Koda upplýsingar um hvørt einasta lag, ið verður spælt.
Í greinini í Sosialinum fríggjadagin er ikki rokna við, at umsitingargjaldið hjá Koda og annað fer burtur av, áðrenn peningurin verður býttur millum teir, sum eiga rættindini, og hetta man vera um 20 prosent av hvørjari krónu.
Í Sosialinum herfyri segði Kristian Blak, at teir kundu hugsað sær, at Koda-gjaldið í Føroyum var á sama stigi sum í eitt nú Danmark. Hetta sjónarmið havi eg ilt við at skilja. Koda-gjaldið fyri útvarpspartin hjá Danmark Radio er størri enn øll fíggjarætlanin hjá ÚF, men sammett við lurtaragrundarlagið rindar ÚF í dag fleiri ferðir gjaldið hjá DR.
ÚF segði upp sáttmálan við Koda í 1992, tí vit m.a. hildu tað vera órímiligt, at Koda-gjaldið varð vektað eftir senditíðini. Settu vit fleiri talusendingar á skránna, skuldu vit gjalda meira í Koda-avgjaldi.
Vit mæltu til ein sáttmála, har gjaldið fyri tónleik varð ásett eftir tónleikanýtsluni og eftir lurtaragrundarlagnum. Men Koda vildi bert tingast um ein sáttmála eftir sama leisti sum sáttmálin við DR. Eftir honum letur DR eitt gjald, sum er eitt ávíst prosent av samlaðu inntøkunum, vektað eftir hvussu stórur partur av senditíðini er tónleikur.
Úrslitið varð, at ÚF skuldi gjalda 3,29 prosent av inntøkunum fyri rættindini at spæla tónleik. Í løtuni er upphæddin um 600.000 kr. árliga. Samráðingarnar við Koda vóru torførar. ÚF segði sáttmálan upp í apríl 1992, og ikki fyrr enn í august 1995 eydnaðist at fáa semju um ein sáttmála, sum báðir partar kundu góðtaka. Eg kann vissa føroysku limirnar um, at Koda sanniliga røkir teirra áhugamál.
Sammett við lurtaragrundarlagið fáa føroyskir tónasmiðir og tónaskøld munandi meira, tá eitt lag hjá teimum verður spælt í ÚF, enn donsku starvsfelagar teirra fáa, tá eitt lag verður spælt í DR. Útrokningar okkara í 1992 vístu, at ÚF rindaði umleið 15 ferðir so nógv fyri at spæla eitt lag, tá senditíðin og lurtaragrundarlagið verða tikin við í roknistykkið. Hetta talið er møguliga eitt sindur lægri í dag, men ikki stórvegis lægri.
ÚF rindar eisini til Gramex, ið umsitir rættindini hjá teimum, sum framleiða og spæla. Í fjør var henda upphæddin 270.000 krónur, og her er skipanin, at helvtin av peninginum kemur aftur til Føroya, t.v.s. at føroyskir framleiðarar og tónleikarar fáa tað dupulta av tí, sum teir lutfalsliga eiga.
Okkum kunnugt verða tær 135.000 kr. frá Gramex fyri árið í fjør lutaðar sundur við eini helvt til Framleiðslufelagið og eini helvt til Tónleikarafelagið. Peningurin frá Framleiðslufelagnum ella Gramex-grunninum verður lutaður út sum stuðul til útgávur. Ein ávís upphædd verður latin til hvørt útgivið eintak, og hesin stuðul er ein hjálp t.d. í teimum førum, har talan er um bíligar endurútgávur av gomlum tilfari. Hvussu peningurin, ið fer til Tónleikarafelagið verður lutaður út til tónleikarnar, er okkum ikki kunnugt
Samanumtikið hevur ÚF sostatt sáttmálar við Koda og Gramex um gjald fyri rættindini at spæla tónleik. Harumframt skal ÚF senda felagsskapunum upplýsingar um hvørt einasta lag, sum verður spælt. Hvussu tann lítla milliónin, ið ÚF rindar fyri rættindini, verður luta út, hevur ÚF onga ávirkan á. Hetta er eitt mál millum hesar felagsskapir og teir, ið eiga rættindini.
Útvarp Føroya
Jógvan Jespersen