Fjórða hvørt offur er eitt barn

Umleið ein fjórðingur av teimum, sum hava latið lív í ísraelsku álopunumm á Gaza-geiran seinastu dagarnar, eru børn

Síðani ísraelski herurin fór undir átakið í Gaza-geiranum í síðstu viku, hava umleið 70 palestinar latið liv. Útlendskir hjálparfelagskapir siga, at nógv tey flestu eru sivilfólk, og nú sigur ST, at umleið ein fjórðingur eru børn.

WHO sigur í einari frágreiðing, at fýra teir fyrstu dagarnar kostaði ísraelska álopið 54 mannalív, og at 13 teirra vóru børn. Hjálparfelagsskapirnir siga eisini, at ísraelski herurin hevur oyðilagt nógv hús, og at í einari flóttafólkalegu oyðiløgdu hermenninir ein barnagarð.

Eygleiðarar halda, at ísraelska átakið hevur til endamáls at leggja trýst á tað palestinska fókið fyri at fáa tað at seta seg upp ímóti teimum víðgongdu felagsskapunum. Onnur halda, at átakið er liður í ætlan forsætisráðharrans at avtofta tær jødisku niðursetubygdirnar í Gaza-geiranum. Tað skal eftir ætlanini gerast næsta ár.