Fjórða hvørt skúlabarn kann fáa Influensa A

Tann 10. august byrja teir donsku skúlarnir aftur aftan á summarfrítíðina, og læknar og onnur stúra nú fyri, at dagurin kann gerast byrjanin til, at Influensa A fer at gera um seg av álvara.

Lars Østergaard, sum er professari á smittudeildini á Skejby-sjúkrahúsinum í Århus, sigur við DR-kringvarpið, at tá børnini koma aftur í skúla, koma tey nógv tættari hvør øðrum enn í summarfrítíðini, og tað ger smittuvandan so mikið størri.

-Avleiðingarnar fara væntandi at vísa seg um einar tríggjar ella fýra vikur, sigur Lars Østergaard við DR. Hann sigur tað ikki vera óhugsandi, at fjórða hvørt skúlabarn í Danmark fær krímið.

Eins og aðrir serfrøðingar vísir hann á, at tað eru serliga fólk á ungum aldri, sum fáa Influensa A ella svínakrím.