Fjórði hvør uppsagdur hjá Articon

Av teimum 100 fólkunum, ið seinastu árini hava verið í starvi hjá Articon úti á byggiplássunum, vóru 25 í vikuni søgd upp

25 fólk vóru í gjár og í fyrradagin søgd upp hjá byggifyritøkuni Articon. Øll tey uppsøgdu eru fólk, sum hava arbeitt úti á byggiplássunum. Talan er sostatt um handverkarar, bilførarar og so framvegis.

- Tað er stuttligari at seta fólk, enn at siga teimum upp, men mann má fyrihalda seg til veruleikan, sum hann nú einaferð er, sigur Niklas Joensen, fíggjarstjóri.

Aðrar byggifyritøkur hava somuleiðis sagt fólki upp, hóast tølini ikki eru eins stór hjá øllum.

- Tað er líka frá tí størsta til tann minsta, sum er bangin fyri, hvat fer at henda í byggivinnuni nú, staðfestir Steinolvur Petersen, stjóri í J & K Petersen. J & K hava sagt trimum monnum upp. Men sambært stjóranum kemst hetta fyrst og fremst av, at teir ikki hava nýtt so nógv fólk, men heldur nýtt undirveitarar, sum natúrliga eru farnir úr starvi.


Politikararnir sova

Føroysku byggifyritøkurnar eru á einum máli um, at ein av høvuðsorsøkunum til tunga sjógvin er, at tær ongan møguleika hava at kappast við íslendskar fyritøkur um almennu íløgurnar, ið samgongan hevur prioritera høgt í hesum tíðum, fyri at halda virksemi í gongd í landinum.

- Mann prioriterar almennar íløgur, men bjóðar samstundis øllum til lisitatión. Hetta ger at vit koma í eina ójavna kapping við íslendingar, sum altíð kunnu undirbjóða okkum, tí lønarlagið er so lágt hjá teimum í løtuni, vísir Niklas Joensen á.

Steinolvur Petersen, stjóri á J & K Petersen, greiðir somuleiðis frá, at hetta er ein stak óheppin støða fyri føroyska byggivinnu.

- Tað vísir seg sum, at politikararnir sova. Enn er lítið undirskrivað, men tá tað hendir verður ov seint at gera nakað, sigur Steinolvur Petersen. Hann leggur afturat, at hetta enntá kann enda við, at føroyskar fyritøkur seta íslendingar í starv heldur enn føroyingar, fyri at hava eina javnbjóðis kapping. Eftir hansara tykki er heldur onki land í heiminum, sum hevur vunnið nakað serligt við at innflyta bíliga arbeiðsmegi til landið. Tískil metir hann, at henda støða fer at býta okkum aftur í halan. Onnur fyritøka vísir á, at henda støða somuleiðis fer at hava fráflyting við sær.


Kapping um løn

Í løtuni kostar íslendsk arbeiðsmegi hópin minni enn føroysk, og hetta er sambært føroysku byggifyritøkunum einasti munurin.

- Vit hava altíð klárað at kappast við íslendingar. Tólini kosta tað sama og tilfarið kostar tað sama. Veruligi munurin er í arbeiðsmegini, har tveir íslendingar kosta tað sama sum ein føroyingur, sigur Steinolvur Petersen.


Skuldi broytt lisitatiónirar

Niklas Joensen, fíggjarstjóri í Articon, vísir á, at heilt fáa lisistatiónir eru í løtuni, og at tað almenna tískil burdi gjørt okkurt, fyri at betra um møguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum, fyri at halda peningin í landinum.

- Teir kundu broytt lisitatiónirnar, soleiðis, at teir bert bjóðaðu føroyskum fyritøkum at koma við tilboðum, tí hørð kapping hevur verið millum føroyingar alla tíðina, skjýtur Niklas Joensen upp.

Allar byggifyritøkurnar, ið Sosialurin hevur tosað við, eru á einum máli um, at heldur verandi gongd fram, so verða enn fleiri uppsagnir hjá føroyskum byggifyritøkum í komandi tíðum, ið mann kundi sloppið undan, um tað almenna nýtti føroyingar til ymisku íløgurnar.

Tvey dømi, har útlendingar hava fingið almenn arbeiðir, eru Hovstunnilin, skúladepilin í Suðuroy og fyrsta byggistig av útbyggingini á Landssjúkrahúsinum.